Føroya Sjómannadagur hevur fingið innbjóðing frá Lebesby Kommune í Norðurnoregi um at vera við til "Fiskeridagen 2007 í Kjøllefjord.
Tað var í 2005 at Føroya Sjómannadagur tók stig til eina heimsmeistarakapping í egning. Í hesum sambandi sendið Føroya Sjómannadagur innbjóðingar til Íslands og Noregs at vera við á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Egnarar komu úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi og úr Kjøllefjord í Noregi.
Tað var klaksvíkingurin John Havn, sum vann kappingina í Klaksvík í 2005 og kundi kalla seg Føroyameistari. Í 2006 skipaði Sjómannadagurin í Vestmannaoyggjunum fyri heimsmeistarakappingini í egning. Tað bar tá ikki John Havn til at vera við, og tí fór Ólavur Poulsen í Hansara stað. Tað eydnaðist Ólavi at vinna á íslendinginum og á normanninum í Vestmannaoyggjunum og tí gjørdist Ólavur Poulsen heimsmeistari í 2006.
Í døgunum 6. til 10. Juni í ár verður so heimsmeistarakappingin í egning fyriskipað í Kjøllefjord í Lebesby kommunu í norðurnoregi. Tá egnikappingin var í Klaksvík í fjørð, var tað John Havn, ið vann Føroyameistaraheitið frammanfyri Ólav Poulsen, og tí verður tað Poul Havn, ið skal til Kjøllefjord at kappast í ár.




