Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygnaðar- og viðtøkubroytingar í SEV

John William Joensen

Á umboðsnevndarfundi í SEV í morgin tann 27. apríl 2007 leggur stýrið fyri SEV fram uppskot til bygnaðar- og viðtøkubroytingar.



Kommunusamskipan Føroya (KSF) hevur í dag vegna limakommunurnar sent stýrinum fyri SEV skriv, har KSF mótmælir, at umboðsnevndin á fundinum í morgin tekur endaliga støðu til eitt so týðandi uppskot, ið eingin kommuna hevur havt møguleika til at viðgera.

Í skrivinum, sum allir borgarstjórarnir í KSF hava skrivað undir, verður víst á, at KSF leingi hevur ynskt ein smidligari og meira tíðarhóskandi bygnað í SEV, har eigararnir – kommunurnar – eisini fáa veruliga ávirkan á SEV.

Men ítøkiliga uppskotið til bygnaðar- og viðtøkubroytingar er sent umboðsnevndarlimum og limakommunum í KSF einans 2-3 dagar fyri fundin, og hetta metir KSF ikki vera nøktandi mannagongd fyri mál, ið eigur at verða væl og virðiliga viðgjørt.

KSF mælir tí til, at endaliga støðutakanin til uppskotið verður útsett til ein seinri eykaumboðsnevndarfund, so at kommunurnar fáa hóskandi skotbrá at viðgera uppskotið.


Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo