Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt baðiland í Klaksvík

John William Joensen

Sunnudagin 20. maj stongir svimjihøllin í Klaksvík.

Nú er komið upp undir land við umvælingunum í svimjihøllini og í hesum sambandi verður høllin stongd frá 20. maj og til junimánaða. 

– Tá vit lata upp aftur verður fyrsta baðilandið í Føroyum tikið í nýtslu, við rutsjubana, vatnkanónum, vatnfossum og einum hornið av hylinum kunnu børn spæla sær í boblum. 
– Fyri at geva ein serligan stemning hevur baðilandið innbygd undirvatns ljós sum geva ymiskar litir. 

– Enn er ikki avgjørt júst hvønn dag vit lata upp aftur, men tað verður um hálvan juni, og vit fara sjálvandi at gera nógv burtur úr. 

– Stórsta broytingini við tí sum er gjørt nú er at vit umframt nýggja baðilandið kunnu koyra við ymiskum temperaturum í hylunum. 

– Við nýggju vatn og reinsiskipanini kunnu vit stýra hitanum í hvørjum hyli sær so sum brúkararnir ynskja tað.  

Nýggir prísir
 
Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini sigur at tá svimjihøllin letur upp aftur í summar verða nýggir prísir fyri svimjingina. 
– Talan verður ikki um stórar príshækkingar, men fram til príshækkingina kunnu fólk keypa núverandi rabat kort sum eru 20 túrar.