Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniskir trupuleikar við ávaringarskipanini

John William Joensen

Leygardagin fóru ávaringarljósini at blunka og bummurin fór fyri, uttanfyri Norðoyatunnilin

Leygdagin umleið kl. 13:30 fóru ávaringarljósini við tunnilsmunnan í Leirvík og Klaksvík bráddliga at blunka og bummurin fór niður. 
Beinanvegin komu langar bilakøir báðumegin tunnilin – men tað gekk ikki long tí fyrr enn politiið og teknikarar vóru á staðnum. 
Tað vísti seg at vera talan um eitt tekniskt brek í releskipanini, sum var atvoldin til alarmin. 
Steðgurin í ferðsluni tvørtur um fjørðin var styttri enn 15 minuttir.