Tað var ein fult uppiborin sigur til Liverpool og tað lá allatíðina í luftini at Liverpool fór at sigrað
Dreingirnir hjá Rafa Benitez gingu amok eftir uppiborna sigurin á Chelsea og Liðskiparin hjá Liverpool, Gerrard takkaði venjaranum hjá Chelsea, fyri arbeiði sum hann gjørdi fyri Liverpool.
– Mourinho gjørdi alt arbeiði fyri okkum. Vit lósu hvønn dag niðursetandi viðmerkingar frá honum í fjølmiðlunum, so hóast hann hevur verið góður fyri enskan fótbólt – so far hann okkum her í Liverpool at flenna.
– Eg haldið tað var undir alt markt tá hann kallið okkum eitt lítið felag – tí tað má sigast at vera góð úrtøka hjá einum lítlum felag at vera í tveimum Champions League finalum í einum tíðarskeiði upp á trí ár.
– Hetta var eitt tað besta kvøldið í lívi mínum. Tað var nakað heilt serligt at vinna Champions League, men at náa finalina aftur eftir at vit vóru afturút 1-0 ímóti einum so góðum liðið sum Chelsea er nakað heilt serligt.
– Vit góðu okkum 100% – vit bardust allir tí vit trúgva fult uppá at eingin kan siga at vit ikki eru verdir at vera meistarar.
Liverpool venjarin, Benitez segði eftir dystin at hann var sera væl nøgdur:
– Hetta er besta kvøldið hjá mær higartil. At hava slík viðhaldsfólk aftan fyri seg, sum vit høvdu á Anfield í kvøld er nakað heilt serligt – og tí kvøld kunnu vit veruliga siga at Liverpool hevði 12 leikarar á vøllinum.
– Eg eri sera stoltur av øllum her í Liverpool. Hóast vit hava samkenslu við føroysku Chelsea fjepparunum, Finnur Helmsdal & Co so fegnast vit saman við formanninum fyri føroyska Liverpool Fjeppara felagnum, Guttorm Sørensen & Co. Spennandi verður at síggja um Føroysku Liverpool fjeppararnir fara til Finaluna.




