Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka fyri Føroya skjótasta svimjara

John William Joensen

Í dag kl. 18 verður móttøka í býráðshøllini í samband við at Kristian Olsen frá Ægir setti nýtt FM met

Tíðindaskriv frá Býráðnum:

MÓTTØKA

Mánadagin 7. mai 2007 – kl 18.00 í Býráðshøllini

27. og 29. apríl setti Kristian Olsen – Ægir tvey FO-met í 100 m frí og 50 m frí. Metið í 50 m frí var 24,05 sek. og tað setti Heini Rasmussen 1 juli 1997.
Hesi síðstu 10 árini hava nógvir svimjarir roynt at sligið hetta metið, men ikki fyrr enn sunnudagin 29. apríl eydnaðist tað Kristiani at sláa metið – við tíðini 23.97 sek.

Kristian setti eisini nýtt FO-met í 100 m frí, tíðin hjá Kristian var 52,49 sek. og gamla metið sum Eivind Eysturoy átti var 52,94 sek. Sostatt var hetta metið sligið við ca. einum ½ sek. – sera flott svomið av Kong Kristiani!

Í hesum sambandi verður móttøka í Býráðshøllini í Klaksvík mánadagin 7. mai 2007 – kl 18.00.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, umboð fyri SSF og Ægir halda røðu.

Okkurt lætt og leskiligt verður at fáa.

Klaksvíkar kommuna og Ægir