Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hettar er ein stór avbjóðing fyri meg

John William Joensen

– Tað kom rættuliga óvart á meg at Bárður Nielsen, sum eg kenni sum ein dugnaligan mann, legði frá sær, sigur nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss.

Magni Laksáfoss, sum seinasta val var á listanum hjá Norðoya Sambandsfelag, er innstillaður av Sambandsflokkinum til landsstýrismann í Fíggjarmálum.
Tað gjørdist greitt eftir at tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum hevur sitið á fundið í allan morgun.
– Tað kom rættuliga óvart á meg, at Bárður valdi at leggja frá sær, sigur Magni Laksáfoss við Norðlýsið.
– Nú hendi alt so skjótt og skal eg siga sum er, so ivaðist eg í fyrstuni at taka av tilboðnum.
– Eg havi so nóg annað at gera í løtuni, og tá val jú verður um ikki so langa tíð, er tað avmarkað hvat ein far møguleika at fremja.
– Hinvegin helt eg at hetta var eina ov spennandi avbjóðing at siga nei til og tí valdi eg at taka av nú flokkurin sendi boð eftir mær. 

—————–

Spurdur um Magni Laksáfoss, sum var á listanum hjá Norðoya Sambandsfelag, fer at stilla upp í Norðoyggjum saman við Bjørn Kalsø, hevði hann onga viðmerking.

Tað er tó sannlíkt at Magni Laksáfoss verður uppstillaður í Norðurstreymoy har hann býr, tí hetta er valdømi hjá Bárður Nielsen, sum vantandi ikki stillar upp til komandi val. 

Ein møguleiki er eisini at Magni verður uppstillaður í Suðurstreymi, men tað fer tíðin at vísa.