Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgávukonsert við: Lenu Anderssen

Høgni Klakkstein

Nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen; ”Let Your Scars Dance”, kom út tann 30. apríl.

Lena og Niclas fara at framføra løg av nýggju fløguni í Atlantis hóskvøldið tann 24. mai kl. 21:00.

"Let Your Scars Dance" 

Nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen, sum hevur fingið heitið ”Let Your Scars Dance”, kom út tann 30. apríl, men enn hevur eingin verulig útgávu konsert verið, tískil verður konsertin í Atlantis tann fyrsta síðan fløgan kom á marknaðin.

Talan er um eina meira intima løtu, ella konsert við Lenu og Niclas, har tey bæði fara at syngja og spæla guitar. Tey fara at framføra løg av nýggju fløguni, umframt okkurt av tí fyrru fløguni, eisini verður okkurt heilt nýtt á skránni. 

Konsertin verður, sum áður nevnt, hóskvøldið tann 24. mai kl. 21:00. 

Atgongumerki á kr. 100,-, fáast á Shell-støðini í Klaksvík (flest allar dagar, frá kl. 07:00 til kl. 23:00) og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.