Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tony Paris uppsagdur

John William Joensen

Tony Paris er tann venjarin í felagnum, sum hevur tey bestu úrslitini at vísa á í nýggjari tíð, skrivar KÍ í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðan

Tíðindaskriv frá KÍ:

Fyrstuferð hann tók við starvinum var í 1977 og var hann eisini venjari í 1978.

Síðani kom hann aftur til felagið í 1999 og var høvuðsorðsøkin til at KÍ fyri bert aðruferð í søgu felagsins vann greipuna.

Síðani sendi felagið boð eftir honum á sumri 2005 og hevur hann síðan 2006 fram til dagin í dag verið høvuðsvenjari felagsins.

Úrslitið í 2006 má sigast at vera tað besta hjá felagnum síðan 1999 og var hetta ein óvanliga stór framgongd í mun til árini frammanundan.

Felagið hevur stóra viðring fyri Tony Paris, baði sum venjari og sum persónur.

Eingin ivi er um at nógv er broytt til tað betra í felagnum, síðani Tony kom, m.a. er arbeiði kring formuladeildina meira skipað, disiplinera og samognarskapurin er meira eyðsýndur.

Úrslitini í 2007 hava sum flest øll vitað ikki verið nøktandi.

Felagið er greitt yvir at hópurin ikki hevur verið sterkur nokk og hava fleiri av leikarunum ikki livað upp til sítt besta.

Harafturat hava vit verið sera óheppin við skaðum.

Hetta hevur sjálvandi verið viðvirkandi til úrslitini.

Leiðslan er tó av teirri fatan at tað er neyðugt við broytingum og tað er sjálvandi ikki møguligt at skifta allar leikararnar út mitt í einum kappingarárið – og tíðskil er tað sum altíð venjarin, sum stendur eftir við ábyrgdini.

Tony Paris er ikki ein persónur, sum gevur upp og var áhugaður í at halda fram í starvinum og trýr fult og fast uppá at hann hevði kunnað realisera visión 2009.

Tony ynskir í hesum sambandinum at takka leikarunum fyri teirra hugburð og ynskir teimum alt tað besta í framtíðini.

Somuleiðis ynskir Tony Paris at takka viðhaldsfólkunum hjá KÍ fyri tíðina og harmast skilnaðin.

Felagið takkar Tony Paris fyri tað góða arbeiði hann hevur lagt eftir seg tíðina hann hevur verið í felagnum og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

Leiðslan í felagnum fer nú í gongd við at finna ein avloysara.