Gospelkonsertir í sambandi við, at 20 ungir føroyingar fara til Ísraels 6. juli.
Ísraelstoymið hjá Heimamissiónini skipar fyri tveimum spennandi gospel-konsertum í Mentanarhúsinum leygarkvøldið, 19. mai. Fyrra konsertin, sum byrjar kl. 19, er sitikonsert. Tá luttaka Siloa-kórið, Magni Christiansen og Heine Lützen. Á seinnu konsertini, ið byrjar kl. 22.30, luttaka Proclaim, Petur Háberg og Gunnar G. Guttesen.
Forsølan av atgongumerkjum er byrjað, og atgongumerkini kunnu keypast á Statoilstøðunum í Leirvík, Skálabotni og Sørvági, í Kiosk Aktiv í Steinatúni, Jónas Broncksgøtu og í Hornabø, í Kiosk Vár í Klaksvík og Saltangará og Hjá Bassa í Fuglafirði.
Atgongumerki fyri eina konsert kostar 100 kr, meðan atgongumerkir fyri báðar konsertirnar kosta 150 kr. Við dyrnar kosta atgongumerkini 120 kr. fyri aðra konsertina og 180 kr. fyri báðar. Børn undir 13 ár gjalda 30 kr. fyri aðra konsertina og 45 kr. fyri báðar. Forsølan endar hóskvøldið 17. mai kl. 20.
Konsertirnar verða fyriskipaðar í sambandi við, at 20 ungir føroyingar fara til Ísraels 6. juli. Endmálið er at hjálpa til við barnaarbeiði í einum býi í Norðurísrael í tríggjar vikur.




