Shell Danmark vil ikki vátta tíðindini, men eitt skriv fer at koma innan stutta tíð
Tá Hákun Djurhus, stjóri á Føroya Shell, segði seg úr starvi var grundgevingin at hann var ósamdur við framtíðarætlanarnar hjá Nevndini í Føroya Shell
Tíðindi eru farin at ganga um at Føroya Shell er til sølu, men tað er trupult at fáa nakra viðmerking frá Shell.
Tó váttaði pressutalskvinnan hjá Shell Danmark at Hákun Djurhus, stjóri á Føroya Shell, hevði sagt seg úr starvið við teirri grundgeving, at hann var ónøgdur við framtíðarætlanirnar hjá felagnum.
Hon hevði tó ongar viðmerkingar til søgurnar um at Føroya Shell var til sølu, men segði tó at okkurt nýtt fór at koma innan stutta tíð.
Ikki bar til at fáa fatur á Hákun Djurhuus, sum sambært skrivstovuni hjá Føroya Shell ikki verður at hitta aftur fyrr enn týsdagin.




