Venjarin, formaðurin og liðskiparin hjá LÍF biðja um treytaleysa umbering
Tíðindaskriv frá LÍF
Tað hevur í fjølmiðlunum síðstu dagarnar verið nógv ljós varpað á rasismu í ítróttarverðini, og hevur hettar skapt ein ávísan áhuga og eisini øsing millum manna.
Eisini eru úttalilsir komin fram í fjølmiðlunum, sum eru søgd av persónum, sum eru partur av Leirvíkar Ítróttarfelag, og sum betur vóru ósøgd.
Nevndin í Lervíkar Ítróttarfelag vil, saman við venjarum og spælarum, í hesum sambandi biðja um treytaleysa umbering fyri tað, sum sagt hevur verið í fjølmiðlum og millum manna, hvat viðvíkjur rasismu. Felagið vil við hesum boða frá, at felagið tekur spurningin um rasismu millum ítróttarfólk í størsta álvara, og fer felagið í framtíðini regluliga at taka hettar mál upp fyri at forða fyri, at tílíkar óhepnar støður koma fyri aftur.
Við ítróttarkvøðu
Vegna nevnd, venjara og spælara
Leirvíkar Ítróttarfelag:
Ove Heinesen, form.
Venjari:
Jan Joensen
Liðskipari:
Magnus Skoralíð




