2. Hvítusunnudag fór KÍ til Suðuroyar, og møtti TB á Sevmýru, suvurent vánaligasti vøllurin í Føroyum.
Tað er ófatuligt at tað í heilatikið er loyvi at spæla á honum. (Hendan viðmerkingin skal fatast sum grenj, og ein annar vøllur hevði ikki givið KÍ- liðinum eitt betri úrslit).
Hálvleiksstøðan var 0-0 so tað var við einum góðum móti, KÍ liði fór inn til seinra hálvleik., men TB var sannliga svangt eftir stiðum og uppá nakrar minuttir var dysturin avgjørdur.
Í 59 min. skorðar Allan Poulsen til 1-0 og í 66 økir Óli Johannesen um leiðsluna til 2-0 sum eisini var endaliga úrsliti.
Eftir at Tony Paris bleiv uppsagdur, og venjarin hjá 1. deild Trúgvi Mortensen er vorðin hjálparvenjari á Formula liðnum, hevur støðan viðvíkjandi venjaraspurninginum hjá 1. deild verið ógreiður. Og til dystin ímóti TB hevði KÍ leiðslan heitt á Marek um at standa fyri. Vónandi finnst ein loysn innan alt ov leingi.
KÍ
Mathias Samuelsen, Rudolf Eliasen, Dánjal Kjærbo, Ásbjørn Tungá, Fríðin Ziskason, Erik Nielsen, (78. Andrias Ellingsgaard) Høgni Madsen, Eli Simonsen, Jón Jacobsen, Kristian Andreasen (65.Álvur Christiansen), Páll Klettskarð.
Venjari á beinkinum Marek Wierzbicki.
TB
Ivan Stojkovic, Óli Johannesen, Bergleif Sólsker, Birgir Rasmussen (65. Jon Tórður Holm) Andrias Vestergaard, Kim Roest, Dan Mortensen, Daniel Nybo, Einar Petersen (46. Gunnleif Olsen) Allan Poulsen (80. Bui Mortensen) Olivur Abrahamsen.
Á beinkinum Chris Gaaib, Michael Bertholdsen. Venjari Milan Cimburovic.




