Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari KÍ: Umráðandi at geva tol og stuðla leikarunum

Oliver Joensen

– Vit hava eitt stórt potentali við ungum spælarum í felagnum, men spælararnir hava brúk fyri tíð at menna seg til Formulafótbólt,

sigur Eyðun Klakstein, nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, sum er sera fegin um innsatsin hjá sínum spælarum í 1-1 javnleikinum ímóti B36 leygardagin.

Eins og flestu KÍ-viðhaldsfólk var høvuðsvenjarin væl nøgdur eftir dystin millum KÍ og B36 leygardagin, tá Norðlýsið fekk orðið á hann:
– Eg eri sera fegin um innsatsin hjá spælarunum. Vit vóru í trongum skóm, tí vit manglaðu so nógvar spælarar og skuldu spæla ímóti einum sterkum toppliði úr Havn. Men spælararnir reageraðu fantastiskt og stríddust manniliga. Vit stóðu einki aftanfyri B36 og høvdu helst uppiborið at vunnið dystin.
– Verður hetta innsatsurin hjá spælarunum hvørjaferð, so skulu vit nokk klára at arbeiða okkum spakuliga upp eftir stigatalvuni.
– KÍ er á rættari kós, men tað er umráðandi, at fólk nú standa aftanfyri liðið, hava tol við tí og stuðla alt, sum tey kunnu.
– Vit hava eitt stórt potentali við ungum spælarum í felagnum, men spælararnir hava brúk fyri tíð at menna seg til Formulafótbólt, og tað besta, fólk kunnu gera, er at stuðla spælarunum og liðnum í viðgongd og mótgongd.

Harleyfacadeacryl