Fýra næmingar úr Haraldssundsskúla, sum luttóku í Skúla FM á Svangaskarði, fingu sera góð úrslit.
Kappingarnar byrjaðu 2. hvítusunnudag um eitttíðina og endaðu tá klokkuni leið út ímóti fimm.
Nógvir næmingar kring um í landinum vóru møttir og veðrið var at tí allar fagrasta.
Kappast varð í spurti 60 og 100 metrar, kúluvarpi, longdarlopi og 600 og 800 metra renning.
Við sær heimaftur høvdu næmingarnir í Haraldssundi heili 13 heiðursmerki og tey fullu soleiðis:
Erla vann 1 gullmerki, 2 silvur og 1 bronsu. Durita 1 silvur og 2 bronsu, Tórur 2 silvur og 1 bronsu og Alberta 2 gull, og 1 silvur.
Hetta var ikki minni enn eitt bragd, sum næmingarnir úr Haraldssundi gjørdu á skúlaítróttardegnum og tað er neyvan hent fyrr, at næmingar úr Haraldssundi hava borið so nógv heiðursmerki aftur til heimbygdina.
Vit fara at ynskja teimum hjartaliga tillukku við bragdinum.




