Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NHR byrjaði, har tey sleptu í fjør: Sundabáturin vann á Stráluni og Tvørabátinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir ein sera spennandi róður allan 1500 metra teinin, har Strálan av Strondum ta einu løtuna var fremst, gjørdi Sundabáturin tann avgerandi spurtin og vann Norðoyastevnuróðurin.

Eftir at Tvørabáturin byrjaði best, legði Sundabáturin seg fram um hini 6-mannaførini.

Men eftir 1-2 minuttir byrjaði Strálan av Strondum at hótta sundamenn, men henda hóttan varð svarað aftur av Sundabátinum.

Kappingin millum Sundabátin og Stráluna helt tó fram allan teinin, og fram við Kósabrúnni fór fram ein øgilig kapping teirra millum, og við innara enda av Kósabrúnni rópti Hilmar Jan í útvarpinum, at nú var Strálan nummar eitt, meðan spentu sundafólkini á kajini hildu ondini.

Men so kom róp aftur í á kajini, tá tað hoyrdist í útvarpinum, at “nú er Sundabáturin nummar eitt!!”, og restina av róðrinum – teir seinastu 100-200 metrarnar – tóktust sundamenn at draga frá Stráluni og Tvørabátinum aftur, soleiðis at teir komu rímiliga tryggir um málið sum nr. 1.

Endaliga úrslitið av róðrinum gjørdist hetta:

1. Sundabáturin 8.17.15
2. Strálan 8.21.12
3. Tvørabáturin 8.21.13
4. Jarnbardur
5. Riddarin
6. Lómur
7. Smyril
8. Rodni

Við hesum hevur Sundabáturin fingið eina sera góða byrjan upp á kappróðrarárið og hevur lagt seg á odda í kappingini við 7 stigum, meðan Strálan hevur 5 stig, og Tvørabáturin hevur 4 stig.