Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagarnir í Kjøllefjord – Fiskivinnuráðstevna: Varpa ljós á fiskivinnuna

John William Joensen

Í einum gomlum fiskahúsi, Folldalbruket, varð fiskivinnuráðstevnan fríggjamorgunin sett av borgarstjóranum, Harald Larssen. Hetta er annar dagurin, ráðstevnan verður hildin.

Hetta er 5. ferðin at Firkeridagene er í Lebesby kommunu  – Fiskivinnan er høvuðsvinnan í økinum. Sjómannadagarnir verða hildnir í fólkaligum høpi, har bæði barnagarðar, skúlin, vinnan og politikarnir eru við á ymiskan hátt.

Slíkir dagar eru umráðandi fyri at fáa sett ljós á tað, sum er grundarlagið fyri lív og virki annars í einum samfelagi sum Kjøllefjord. Umráðandi er at kunna steðga á og hyggja at havt sker, og lata onnur, sum ikki eru beinleiðis í vinnuni hyggja at við sínum eygum: børn, vaksin, fólk frá landsumsitingini, politikara og sjálvandi sjómaðurin eisini. Slíkar ráðstevnum kunnu eisini vera við til at fremja virðing fyri umráðandi vinnu, sum vit øll eru bundin at.

Kjaki á hesi ráðstevnu hevur m.a. verið:  lønandi vinna, virðisøking, røtt umsiting av fiski og fiskimiðum, góðsking og eisini sosial atlit fyri eitt lokalsamfelag, so væl sum fyri landið alt.

Heitir á fyrilestrum hava verið: “Tí mugu vit kunna veita meira feskan fisk”; “Marknaðardygd gevur størri marknaðarstyrki”; “Marknaðarútlit í Europa”; “Kjøllefjord – feskur fiskur frá fólkinum”; “Virðisøking og trivnaður á sjónum og á landi”; “Leveringsplikt sum treyt í fiskivinnuni”; “Fiskivinna uttan trolfisk”;  “Tendrar trolfiskur ljós húsunum”? “Kjøllefjord nakin uttan trolfisk”?

Tey, ið hava hildið fyrilestrar, eru granskarar, fólk frá innovationsskrivstovum, politikara, umboð frá Aker Seafood, professari frá lærdaháskúlanum í Tromsø, umboð fyri Samatingið, sjómenn og kommunalpolitikkara.

Trolarnir eru ov dýrir í drift, og rávøran er ov vánalig, tá hon kemur inn. Her eru íslendarar og føroyingar betri, verður sagt. Teir hava lagt vinnu sína um, so hon kann veita meira dygdargóð vøru til víðari góðskingar. Tessvegna eisini prís.

Trivnaðurin í strandarøkinum í Finnmark, har m.a. Kjøllefjord, Tromsø, Honningsvåg, Hammerfest liggja; kann ikki sigast at vera í hásæti, so sum stjórnin og fólk í høvuðstaðsøkinum heldur.

Greitt varð frá, at seinnu árini er eitt hóttandi fall í strandafiskiskapinum við smærri bátum og trolarum. Hetta er ein liður í avfólkingini, sum gongur stillisliga og róliga ta skeivu leið. Um ikki okkurt skilagott verður gjørt frá landspolitisku skipanini, so verður ringur standur í útkantsøkinum, sum t.d. Kjøllefjord.

Harleyfacadeacryl