Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Hjálmur er “cool” 2007

Hannefía Joensen

Í hesum døgum fáa øll børn, sum ganga í 1. flokki í Føroyum, hvør sín súkkluhjálm. Summartíð er súkklutíð – og at súkkla er bæði sunt og stuttligt, men ikki vandaleyst – og tað er serliga høvdið, tað gongur útyvir. Tí er best at vera í hjálmi, tá ið tú ert á súkklu, á rullufjøl ella á rulluskoytum.

Sannroyndin er, at um vit ikki alla tíðina verða mint á at nýta hjálm, so gloyma vit tað.

Og hví skulu vit nýta hjálm?

Stutt sagt: koma vit fyri óhappi á súkklu, er tað sera ofta høvdið, sum tekur og skaði á høvdið kann elva til ólekjandi heilaskaða! Hjálmurinn minkar nógv um álvarsligu – upp í 80%.

Hetta er 8. árið at skipað verður fyri tiltakinum “Hjálmur er cool” og harvið hava fleiri enn 5000 børn í 1. flokki fingið hvør sín hjálm.

Tað er Kiwanis, sum er stigtakari til tiltakið saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd og sponsorunum: MBM, Eik og Faroe Ship.