Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Brama

Høgni Klakkstein

Brama er ein spildurnýggjur bólkur, stovnaður av Brandi Jacobsen og Margretu á Rógvu.

Restin av manningini er Benjamin Petersen, Gunnar Guttesen og Jóhannus á Rógvu Joensen.

Stílurin sum bólkurin spælir er eitt slag av vísu og fólkatónleiki krydda við eitt sindur av funk og fusión.

Úrvalið av limunum í bólkinum kundi bent á, at framførslan verður á høgum støði.
Fyrsta framførslan hjá Brama var á Asfalt 2007. Har fekk bólkurin sera góð skotsmál, so tað verður spennandi at hoyra henda nýggja bólkin.

Konsertin verður í Atlantis nú hóskvøldið 14. juni kl. 21:00. 

Atgongumerki á kr.100,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík. 
Atgongumerki fáast eisini við dyrnar ½ tíma áðrenn konsertina.