Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftursvar til ‘Viðmerkjara’: Gerðabøur eingin forðing fyri menning!

John William Joensen

Vit hava ríkiligt pláss til alla góða menning í Klaksvík, uttan at byggja í Gerðabøi.

‘Viðmerkjari’ ivast á portalinum hjá Norðlýsinum í skilvísini í grein míni ‘Gerðabøur okkara møguleiki nú’, sum er at lesa í Norðlýsinum frá síðstu viku og her á portalinum.

‘Viðmerkjarin’ nevnir fýra orsøkir til at byggja í Gerðabøi. Hann vísir á, at slík øki finnast so nógvastaðni í Føroyum, at tað unikka – teigalendið – er langt síðani farið, at tað ikki er neyðugt at varðveita Gerðabø, tí so nógv onnur grøn øki eru í Klaksvík og at vit mangla byggilendi.

Um vit uttan nakran samanhang meta um Gerðabø, so er talan um ein stóran og serliga vakran bø, sum liggur veltur heilt úr haganum oman í fjørðuna. Vit síggja líknandi bø úti á bygd í Føroyum.

Men tað er júst í samanhanginum millum tætt bygdu Klaksvík við sínum 5000 íbúgvum, og so hendan bøin, sum strekkir seg heilt úr fjøru í haga, at tað ‘unikka’ liggur.

Tí, umframt tað, at alt økið út í Grøv og niðan í Gravardal, er ein orkukelda av inspirasjón og sálarbót hjá teimum, sum søkja tað upprunaliga og friðin úti í náttúruni, so hevur Klaksvík í hesum økinum nógv fleiri møguleikar, enn í fyriliggjandi uppskoti til nýggja býarætlan.

Skal tað koma an uppá at branda Klaksvík, so høvdu vit komið munandi longri, um vit tordu at latið øki til eina hugskotskapping millum fornfrøði, býarfríðkan og skapandi íverksetarar.

Tað unikka burturi?
‘Viðmerkjarin’ nevnir, at tað unikka teigalendið langt síðani er farið, tí bøurin er veltur umaftur, soleiðis at hann kundi arbeiðast við maskinum.

Til tað er at siga, at Gerðabøur – sum eg havi frætt frá staðkendum heimildarmanni – ongantíð er arbeiddur við maskinum. Har er alt velt við hond, og tað eru fleiri teigar at síggja í bønum. Men júst hvussu ‘teigalendið’ verður definerað, er ein spurningur.

Men tað stendur fast, at tað er við handamegi, at Gerðabøur gjøgnum tíðirnar er lagdur inn, og júst tí er bøurin framvegis í dag ein varði yvir eitt farið bóndasamfelag, sum umbroyttist til tað modernaða fiskivinnusamfelag, sum vit njóta gott av í dag.

Býurin ikki ovurbygdur
Eg eri samdur við dulnevnda viðmerkjara, at býurin sum so ikki verður ovurbygdur, um vit leggja náttúruperluna Gerðabø út til handilsøki og bygging. Vit hava jú nógv fjallalendi uttan um Klaksvík, og vit hava nøkur grøn øki í býnum.

Men tað er ikki nógvastaðni í Føroyum, at vit framvegis hava eitt so væl varðveitt samanspæl millum fjølbygdan bý og eina náttúru, sum bæði fagurfrøðiliga skarðar framúr og søguliga sæð er so væl varðveitt úr fjøru í haga.

Manglandi byggilendi?
Í nýggju býarætlanini er økið á Fossum lagt út til stórt bústaðarlendi, har tað verður roknað við væl omanfyri 100 grundstykkjum. Úti í Oyri er nýbygging í gerð og har verður pláss fyri fleiri grundstykkjum. Samstundis verða í løtuni fyrireikaði uml. 50 nýggj grundstykki millum Grashjalla, umframt tað sum verður fyrireikað norðuri í Ánunum og aðrastaðni við.

Útviklingurin av byggilendi peikar sostatt norður eftir Grashjalla og norð í Ánir, niðan á Fossar og so lokalt úti í Oyri, og hendan víðkan av byggilendinum fer væl og virðiliga at dekka tørvin, sum roknaður verður við komandi 10 árini.

Vit hava ríkiligt pláss til alla góða menning í Klaksvík, uttan at grava Gerabø upp.

Tí er tað so harmuligt og sárt – og hartil púra óneyðugt – at ein meiriluti av býráðinum framvegis er sinnaður at sleppa endanum uppi á Gerðabøi, og longu í ár forkoma okkum henda søguliga mentannarvarða og hesa serliga vøkru náttúruperlu.

Rani Nolsøe
Býráðslimur