Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin heilsaði Dávavirkinum: Dávavirkið – eitt frambrot fyri tónleikin í Klaksvík

John William Joensen

Eingin veit betur enn tónleikararnir her í býnum, hvussu torført tað hevur verið at finna brúkilig høli at venja í. Tí er Dávavirkið veruliga eitt frambrot fyri tónleikin her í Klaksvík, segði borgarstjórin m.a. í røðu síni, tá Dávavirkið varð tikið í brúk.

Tá Dávavirkið leygardagin varð tikið alment í nýtslu, heilsaði Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri nýggja tiltakinum í kommununi vælkomnum við hesari røðu:

Góðu áhoyrarar, góðu tónleikarar, góðu ungdómar!

Tónleikalærarin Ulf Nordlund, sum eisini hevur verið lærari her í Klaksvík í eitt tíðarskeið, skrivar í bók síni “Orkesterskolen” m.a., at talentir finnast á flestu støðum. Ofta har, ein minst roknar við tí.

Tí er tað mest av øllum ein spurningur um at finna fram og brúka hesar talentir, bæði sum einstak-lingur og, ikki minst, vit sum samfelag, at vit vísa vegin og skapa karmar og møguleikar, har hin einstaki kann royna og menna sínar gávur innan tónleik.

Júst hetta er endamálið við tí húsi, sum vit her í dag formliga taka í nýtslu.

Tónleikurin hevur
manglað eitt heim

Sanniliga er hetta ein leingi væntað løta her í Klaksvík. Eingin veit betur enn tey, sum hesi seinnu mongu árini hava fingist við tónleik her í býnum, hvussu torført – ja, næstan ómøguligt – tað hevur verið at finna eini líkinda brúkilig høli til at venja í.

Tí er Dávavirkið veruliga eitt frambrot fyri tónleikin her í Klaksvík, serstakliga tann rútmiska tónleikin. Hann er sum eitt heimleyst barn, ein frændaleysur, sum í dag fær sítt egna heim – og vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum.

Hesi árini uttan tak yvir høvdið hevur tónleikurin havt tað alt annað enn gott her í býnum, og allíkavæl hava tónleikabólkar hesa tíðina givið dømir um, at talentini eru her – tað ræður bara um at geva teimum møguleikar at mennast.

Nú er málið at náa
fram í fremstu røð
Fara vit longur aftur í tíðina, so hevur Klaksvík einaferð verið ein býur, sum var í fremstu røð innan føroyskan tónleik.
Her kann eg nevna bólkar sum: Straight Ahead, Hjarnar, Frændur, Science Fiction, Aria, I Am, Countrybólkurin, Anfinn & co.

Nú er málið at náa fram til, at Klaksvík aftur verður í fremstu røð innan tónleikin. Tað fer at taka tíð – eingin ivi um tað – og tað fer eisini at krevja ein áhaldandi vilja, bæði praktiskan og ikki minst fíggjarligan, men eg eri sannførdur um, at tað fer at eydnast, um vit eru nóg miðvís og áhaldandi.

Alt verður ikki fullkomið beinanvegin – tað sigur seg sjálvt. Men við tí hugburði, sum tit, ið standa aftan fyri hesa ætlan, higartil hava víst, fer tað at bragda. Bíða bara.

Tøkkir til treiskar og
áhaldnar stigtakarar

At hetta húsið er blivið til veruleika, er eitt sera gott dømi um, ta tað loysir seg at vera treiskur og áhaldin.
Her má eg bera eina serstaka tøkk til sjálva eldsálina aftan fyri hesa verkætlan. Tað er ikki so langt síðan, at Beinta Árnadóttir Gregersen kom til Klaksvíkar, men líka síðan hevur hon áhaldandi og miðvíst arbeitt fyri at menna umstøðurnar hjá teimum ungu.
Hetta húsið er eitt sigandi dømi um tað, og tað vil eg vegna býráðið takka tær fyri, Beinta, samstundis sum eg ynski tær bestu eydnu víðari við rakstrinum av Dávavirkinum.

Nú vit tosa um hesi hølini, so kunnu vit heldur ikki gloyma eigaran av húsinum, sum við Finnur Johannesen á odda, her hevur gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði at broyta hesi hølir til nakað heilt unikt. Eg má siga, at eg sjáldan fyrr havi sæð eina so kollveltandi broyting av hølum.
Her hava tit sanniliga víst ein vilja av stál, og tað skulu tit eisini hava eina tøkk fyri. Vónandi verður samstarvið millum kommununa, Virkishúsið og tykkum framhaldandi gott í nógv ár fram.

Tónleikur og samanspæl
ger at ung fungera betur
Tónleikurin er ein gáva, sum vit menniskju hava fingið frá skaparans hond. Ein onnur, ein hægri, dimensjón. Ein talent, sum – tá hon verður brúkt – lyftir okkum upp á eitt annað støði enn tað dagliga.

Tí er tónleikurin nakað heilt serligt. Øll hava ikki fingið somu gávur, men vit skulu jú heldur ikki avrika nakað við evnunum hjá einum øðrum.
Ein kendur altjóða vinnulívsmaður skal hava sagt, at “den der har evnen, har pligten”, Ein og hvør av okkum hevur eina skyldu at brúka tey evni, sum vit hava – ikki tey, sum vit ikki hava.

Royndir aðrastaðni vísa, at børn og ung, sum brúka sínar listarligu gávur – eitt nú eru virkin í tónleiki – tey betra samstundis sínar førleikar til eitt nú skúlagongd, og úrslitini verða betri.

Ulf Nordlund, sum eg nevndi í byrjanini, skrivar eisini, at tað er páfallandi, hussu nógv børn og ung eru farin at fungera væl, eisini í øðrum samanhangum, eftir at tey fingu møguleikan at luttaka í einum størri tónleikaligum samanspæli.
Her verður latið upp fyri einum heilavirksemi, sum annars ikki verður gagnýtt. Ikki bara tí ein lærir at spæla tónleik, men tí mann fær ein felagsskap bæði  at swinga og fungera. Tað átti at verið ein menniskjarætur á øllum niveau’um, skrivar Ulf m.a.
Vit mugu læra okkara børn, at livskvalitetur er nakað annað enn profittur og búskaparligur vinningur.
Og hann heldur fram: Eg trúgvi uppá, at grundarlagið fyri einum positivum og demokratiskum menniskjasýni í stóran mun verður uppnátt gjøgnum felags tónleikaligt virksemi, serstakliga í barna- og ungdómsárunum.
Ein lívslong gleði. Eitt ítriv. Ein mentanararvur.

Hetta er ein partur av visjónini við Dávavirkinum, sum vit í dag taka alment í nýtslu.

Góða eydnu!

Takk fyri.

Harleyfacadeacryl