Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki altíð loysir tað seg at spyrja

John William Joensen

Sverri Jacobsen, fyrrverandi HB-leikari, venjari og KÍ venjari hevði sera góð evnir til at svara aftur tá orðadráttir stóðust á vølli.

Søgur og skemt:

Men hesar eginleikar brúkti hann eisini sum venjari.
Hetta hendi tá Sverri var høvuðsvenjari hjá HB.
Tað er nú einaferð sera ymiskt, nær venjarar velja at kunngerða leikarahópin.
Summir kunngera liði fyri leikarunum dagar undan dystinum, meðan aðrir bíða til sjálvan leikdagin.
Sverri plagdi at bíða til takktikfundin, sum vanliga var tveir tímar undan dystinum.
Men einaferð HB skal spæla í Gundadali hevur venjari ikki kunngjørt liðið fyri leikarunum á taktikfundinum, so tá leikarar fara á vøllin fyri at hita upp, veit eingin, hvørjir 11 skulu starta inni.
Gunnar Mohr er ein av HB leikarunum hendan dagin, og hann var farin av ótolnast eftir at frætta frá venjaranum.
Tá so Sverri kemur fram við honum undir upphitingini, kann Gunnar ikki halda sær longur:
"Tú Sverri? – Kanst tú ikki siga hvussu liðið sær út í dag?"
Sverri gjørdi ikki nógv burtur úr. Hann vendir sær til Gunnar og sigur:
" Jú tað kann eg gott! – Tú byrjar á beinkinum!"
Ja – hetta kann kanska verða ein lærupeningur til aðrar leikarar, at ikki altíð loysir tað seg at spyrja ov nær.