Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-HB 0-2 (0-1): Effektivt HB vann á KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum máli í hvørjum hálvleiki vann eitt annars sera tamt HB-lið 2-0 á KÍ, sum til tíðir spældi væl, men sum í álopspartinum ikki var nóg málsøkið, hóast onkrir einstakir møguleikar blivu skaptir, og tá so er, kostar tað dýrt at gera mistøk í verjuni.

Tað er væl kent, at botnlið sjáldan hava marginalarnar við sær, og hetta var eisini sjón fyri søgn í dystinum mikukvøldið millum botnliðið KÍ og HB, sum liggur stutt aftan fyri tey fremstu liðini í Formuladeildini.

Tað vóru gestirnir, sum byrjaðu dystin betur, og HB hevði eisini tað fyrst korterið nøkur skot, bæði á málið og við síðuna av málinum, áðrenn KÍ yvirhøvur hótti HB-málið.

Men tá fyrsta korerið var farið, byrjaði KÍ at ressast við, og so við og við tók yvir, men ongantíð eydnaðist teimum at skora.

Men tað gjørdi HB.
Málið til 1-0 skoraði Rógvi Jacobsen í 34. minutti og 2-0 bleiv tað  í 69. minutti, tá Tór-Ingar Akselsen smeyg sær inn um KÍ-verjuna skeyt fram við Meinhardt til 2-0.

Meira um dystin, frásøgn, hagtøl og skoðsmál, verður at frætta í blaðútgávuni, sum verður at fáa í blaðsølunum seinnapartin hósdagin.