Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigmund Jacobsen breyt beinið mikukvøldið: Sigmund spælir ikki fótbólt aftur fyribils

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hann hevði klárað seg bara væl teir fyrstu 20 minuttirnar í dystinum móti HB mikukvøldið, men so við eitt varð Sigmund Jacobsen fyri einum sera keðiligum óhappi, sum væntandi fer at halda honum frá fótbólti í drúgva tíð.

Tá graslíkisvallirnir komu til landið, var tað eitt stórt framstig fyri fótbóltsspælið, men teir hava sínar veikleikar, og uttan at siga tað fyri vist, so var graslíkisvøllurin helst viðvirkandi til, at ein ungur KÍ-spælari mikukvøldið fekk ein rættiliga álvarsaman skaða í fótliðin.

Skaða í fótliðin
Í fótbólti verður mangan sett á í nærdystum, og tað var í einum slíkum, at óhappið rakti Sigmund. Hann dystaðist við Rógva Jacobsen stutt aftan fyri miðlinjuna í vinstu síðu, har hann sá út til at snara sær á, samstundis sum Rógvi royndi at takla hann, tá fóturin onkursvegna snaraðist so harðliga, at hann fór tvørur.

Ein av veikleikunum við graslíkisvallum er tað, at ein leikari í kroystari støðu sum hesari kann koma at standa fastur, meðan hann snarar sær, og so kann skaði henda, um illa vil til.

Tað sá ikki serliga tespiligt út, tá Sigmund lá á vøllinum og venaði seg. Fóturin sá út til liggja tvørur.

Leikararnir govur beinanvegin tekin um, at hetta var álvarsamt, og KÍ-hjálparfólkini vóru kvik út á vøllin við børuni, samstundis sum ringt varð eftir sjúkrabili, og við hjálp frá bæði HB-hjálparfólki og onkrum portøri millum áskoðararnar varð Sigmund eftir einar 4 minuttir fluttur yvir á børuna og borin út, meðan áskoðararnir góvu honum lógvabrestir – hann varð fluttur beinleiðis á sjúkrahúsið.

Undir skurð hósmorgunin
Tað frættist av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at Sigmund verður lagdur undir skurð hósmorgunin og eftir tað fæst ivaleyst at vita, hvussu umfatandi skaðin er. Eitt nú um talan er um beinbrot, og/ella um liðbond eru meiðslað.

Undir øllum umstøðum kann roknast við einum longum skaðasteðgi hjá unga vinstrabakkinum hjá KÍ, sum við hesum skaðanum ikki sleppur við liðnum til Inter-Toto dystirnar í Svøríki.

Hópurin fer avstað hósmorgunin, og sum skilst er Páll Klettskarð Sólstein tikin við í hópin fyri Sigmund.

Vit ynskja Sigmundi góðan og skjótan betring.