Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á floti við Komet

(Hannefía Joensen)

Ein leygardag í mai varð skipað fyri fiskitúri við bátinum Komet úr Klaksvík

Leiðin gekk av Varpinum í Klaksvík, beint við ferjuleguna, og siglt varð norður gjøgnum Kalsoyarfjørð. Út fyri Dalsenni, norðuri í Dal, á norðurvestursíðuni á Kunoynni, varð lagt stilt. Ein siglitúrur upp á lítlan tíma. Báturin er vælútgjørdur við tráðum til …8?? persónar. Eingin orsøk er at stúra fyri at fáa dorgina í sjógvin, ella ikki at handfara eina tráðu, tí hin fryntligi og hegnigi skiparin, Klæmint, er til reiðar at hjálpa, har á stendur. Agn bleiv egnt á dorgina og so kastað. Meðan motorurin bleiv sløktur, og báturin lá so stillur í sjónum, kendi tú veiðilyndi koma í teg. Spenningurin at fiska er, at tú veitst ongantíð nær ella hvat bítur á hjá tær, ella um nakað livandi nærkast húkinum. Men spenningurin er har allatíðina, og væntan um fong er stór.

Tá tú stendur og fílar, sært tú ta stórslignu náttúruna í Føroyum við sjónarhorninum úr havinum. Havið! Hitt velduga hav sum gav okkum so nógv og helt lívið í okkum í øldir. Havið sum dregur mangan veiðumann sum ein magnetur. Tað er okkurt við havinum, okkurt loyndarfult og máttmikið ið tendrar nakað djúptøkið innan í menniskjanum. Hetta velduga hav, Føroya hjallur, ið gav og eisini tók. Og tá tú ert ein sovorðnan túr, fært tú bert eina evarska lítla kenslu av sjólívinum. Men kenslan er stór, tá tú flýtur og hevur húk undir tær.

Komet er sera væl egnaður til slíkar stuttleikaferðir. Allir hentleikar eru umborð. Tey saniteru viðurskiftini góð og við heitum vatni at vaska sær við. Dekkið ruddiligt og rúmligt. Eitt flekiborð er, so tú kanst hagreiða fongin umborð, um tú vilt tað. Frammi í lugarinum er møguleiki at sita, ella liggja, um hugur er til tess.

Túrurin er sera vælegnaður til ferðamannin, ið vil royna okkurt útyvir tað vanliga, og at uppliva Føroyar frá sjónum er ein heilt sermerkt kensla, ið helst man vera frálíkur møguleiki og uppliving hjá fremmandamanninum. Men ein túrur við Komet er so avgjørt nakað, ið føroyingar sjálvir eisini mugu royna. Familjutúr við børnum, ein øðrvísi starvfólkadag, ein harratúr við vinmonnunum, ja, møguleikarnir eru nógvir.

Hendan dagin vit vóru, vá veiðan sløk 100 pund, og feskt flak og knetti á døgurðaborðið!

Fyrr søgdu tey, at “tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og ikki hvørt gildi, tú skalt fara til”, men eitt er vist, ein túrur á floti við klaksvíksbátinum Komet er heilt víst eitt upplivilsi, tú skalt unna tær.

Komet bjóðar fiski- og siglitúrar. Pláss er fyri 14 fólkum umframt føstu manningina. M/B Komet lýkur øll trygdarkrøv og krøv annars frá myndugleikunum til slíkar ferðir.

M/B Komet
longd 14,99m
Djúpd: 2,31
Byggiár: 1937.

Samband
Teldupostur:
komet@komet.fo
Tel: 219507(Klæmint)
ella 211709 (Petur)
Vitjið Komet á
heimasíðuni:
www.komet.fo