Vit eru sera spentir uppá hendan nýggja barnagarðin, sum er fyrsti barnagarðurin, sum Klaksvíkar Býráð letur byggja, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.
Barnagarðarnir, sum frammanundan eru í kommununi halda allir til í hølum, sum eru bygd til onnur endamál, men sum eru umbygd til barnagarðar, tí hava vit havt fríðari hendur til at gera ein barnagarð, júst til ætlaða endamálið.
Kostnaðurin fyri hendan barnagarðin er 12 milliónur, og vit halda okkum hava fingið sera nógv burturúr hesum pengunum.
Arbeiðið, sum gjørt er er sera snotuligt og væl greitt úr hondum, og harafturat er stórur dentur lagdur á at skapa eitt so hugnaligt og vinarligt umhvørvi til starvsfólk og børn sum møguligt.
Eisini hevur nógv verið hugsað um tey menningartarnaðu í hesum projektinum. Lift er í bygninginum og harafturat eru rampur í húsinum, so væl er framkomandi inni í forskotnu hæddunum við koyristóli.
Eisini er ætlanin at ein partur av hitaskipanini skal virka við sólfangarum, soleiðis at vit kunnu spara naka av orku. Hølini eru ljós og harafturat er frálíkt útsýni úr flestu hølunum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen .
Barnagarðurin er normeraður til 64 ansingarpláss, – 40 barnagarðspláss og 24 vøggustovupláss. Á bíðilista hjá kommununi standa í løtuni eini 80 børn. Býráðið hevur samtykt at fara undir bygging av einum barnagarði afturat undir Grashjalla niðanfyri íbúðirnar sum Domus hevur latið bygt og tá rokna vit við at hava nøkta barnaansingartørvin og tá fara vit at kunna veita borgarum okkum ansingarpláss.
Á næsta býráðsfundi fara vit at seta leiðara á barnagarðin, so vit kunnu koma ígongd so skjótt sum gjørligt aftaná at barnagarðurin er handaður okkum.
Ætlanin er ikki at fylla barnagarðin upp við børnum beinanvegin, men heldur verður tað soleiðis at vit fara at fylla hann upp stig fyri stig, soleiðis at vit fáa barnagarðin at virka optimalt frá byrjanini, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri at enda.




