Ein seðil á hurðini á fyrrverandi vøruhúsinum í Klaksvík ger greitt at samstarvið við Havnina heldur uppat.
“Frá í dag av er alt samstarv við Vøruhúsið á Hjalla liðugt. Og av tí verður eingin nýggj vøra bestilt úr Havnini. – Vøruhúsið í Klaksvík!”
Eivind Jacobsen, stjóri fyri Vøruhúsið í Klaksvík sigur við Norðlýsið at samstarvið við Vøruhúsið á Hjalla hevur verið ov nógv annan vegin!
– Vøruhúsið í Klaksvík hevur ongantíð tjent pening upp á hetta samstarvið og tá tað ikki bar til at fáa eina nøktandi avtalu við Litaval mugu vit finna aðrar samstarvspartnarar.
– Handilin verður stongdur í 14 dagar til nýggj vøra er komin og fara vit frameftir sjálvir at standa fyri innkeypinum.




