Rytmiska kórið MaJazz er á ferð í Føroyum í eina viku fyrst í juli 2007.
Mong okkara hava bert sæð Føroyar á myndum, so tað er við stórum vónum og spenningi, kórið kemur til Havnar 30. juni.
Vit gleða okkum at síggja føroysku náttúruna, ið er heilt ørvísi enn hon, haðani vit eru. Ikki minni gleða vit okkum at luta okkara tónleik við føroyskar áhoyrarar.
Samarbeiði við føroyskum kórum
Kórinið United Voices og Vox úr Tórshavn hava tikið væl ímóti okkara uppskotið um eitt samarbeiði við kór-felagir í umráðnum. Við undantøku av kórlimum, sum eru á feriu, verður meginparturin av báðum kórunum við til at framføra konsertina, sum verður í Norðurlandahúsinium í Tórshavn 1. juli.
Í Vági bjóðar kórið Ljómur okkum vælkomin til eina løtu saman. Kórleiðarin hjá Ljómið og nakrir av sangarirnum eru á feriu, men tað verður ein hugnalig løta við restini av kórinum í sambandi við konsertina hjá MaJazz í Vágs kirkju 2. juli.
Um MaJazz
Teir umleið 50 MaJazz sangararnir koma úr Hillerød og Norðursælandi. Kórið, ið kundi halda 20 ára hátíðarhald í 2005, er frammarliga í norðursælendska tónleikalívinum. Á hvørjum ári taka tey lut í ymsum tónleikaframførslum á Sælandi og í Keypmannahavn. Í høvuðsstaðnum kanst tú hoyra tey á so ymsum støðum sum Vestre Fængsel og á Vøllinum í Tivoli.
Tónleikaferðir
MaJazz var á ferð í Grønlandi, tá kórið júst var blivið 10 ára gamalt – ein framúr góð uppliving. Tey hava vitjað vinakór úr Svøríki og Sveis, sum eisini hava vitjað tey aftur í Danmark.
Úrval
Madrigalir og Jazzur, haðani navnið MaJazz kemur, eru høvuðsstílirnir í úrvalinum hjá kórinum. Sangirnir eru fyri ein part frá 14. og 15. øld eftir tónaskøldum sum Monteverdi, John Dowland og Thomas Moore og fyri annan part nútíðar jazzur, rokkur og swing. Síðstnevndi stílur hevur tónleik frá Duke Ellington, Mills Brothers, Cole Porter, Manhattan Transfers og mongum øðrum.
Eingin regla uttan undantak – sangir úr danska og norðurlendska sangskattinum eru eisini umboðaðir, somuleiðis sálmar, ið aloftast fáa eitt rytmiskt ”lyft”.
Phazes, eitt nýtt kórverk
Jørgen Emborg, ið er kendur jazzpianistur og tónasmiður, skrivaði eitt verk fyri kór, solistar og rytmubólk til 20 ára hátíðahaldið hjá MaJazz. Verkið er partur av úrvalinum, ið tikið verður við til Føroyar.
Samstarv
MaJazz arbeiðir saman við øðrum kórum, stórbólkum ("big-bandum"), ymsum rytmubólkum og sangsolistum. Tey hava stóra gleði av hesum samstarvi – ikki minst við ung tónleikalesandi, sum t.d. tey fýra, ið eru við á føroyaferðini.
Kórleiðsla
Christian Berg er kórleiðari hjá MaJazz. Christian undirvísir í sangi og hevur drúgvar royndir sum sangari, pianistur og arrangørur í ymsum musicalum og vokalbólkum.
Niels Christian Balle er pianistur og tónasmiður, samstundis sum hann er kórleiðari hjá Bellahøjkórinum í Keypmannahavn. Niels er leiðari í Niels Balle Group og spælir við í tveimum øðrum bólkum. Hann er eisini virkin innan danska felagskórið, Kor 72.
Ensemblið Lys
Mette Damm, solistur
hevur sungið í Danmarks Radios Gentukóri, millum annað sum rytmiskur solistur og verið kórgenta hjá Radioens Bigband. Mette hevur stovnað egnan bólk, Mette Damm Musica, har hon í høvuðsheitum syngur egin verk.
Martin Pedersen – sopran- og tenorsaksofon
leiðir tveir bólkar, Liquid Sounds og Nordic Airwaves. Limur í Borderline ensemblinum, ið spælir eftir spontankompositións-teknmálinum Soundpainting.
Jesper Thorn, kontrabass
leiðir Jesper Thorn Trio og spælir millum annað við í Mette Damms Musica, vokal- og bassduoini Kontradiktion og neopopbólkinum Refraction.
Snorre Kirk, trummur
spælir (saman við Jesper Thorn) í Refraction, ið vann donsku finaluna í Young Nordic Jazz Comets 2006 og í trioini Kirk/Hjorth/Eldh, William Larsson Trio og øðrum.
Øll fýra í ensemblinum lesa á triðja ári á Rytmiska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
MaJazz konsertir í Føroyum
Sunnudag 1. juli kl. 19.30
Norðurlandahúsið, Tórshavn
Repertoire: Phazes og annar rytmisk tónleiku.
Á konsertini framføra United Voices og Vox úr Tórshavn eisini.
Mándag 2. juli kl. 19.00
Vágs kirkja
Repertoire: Sálmar í rytmiskum sniði, partar av Sacred Concert hjá Duke Ellington, danskir sangir o.a.
Hósdag 5. juli kl. 19.30
Christianskirkjan, Klaksvík
Repertoire: Sálmar í rytmiskum sniði, partar av Sacred Concert hjá Duke Ellington, danskir sangir o.a.




