sigur Jóhan Nielsen, sum er tann venjarin í Føroyum sum hevur vunnið mest.
– Eg haldið at uppsøgnin av HB venjaranum vísir hvusu lítið leiðslurnar í feløgunum viðra menniskjalagnir og venjarafakið sum heild.
– Tað er alt ov lætt at siga venjaran úr starvið og tí eru vit noyddir at syrgja fyri at vit tryggja okkum tá vit samráðast við feløgini.
Vanvid bert at hugsað um FM
– Tað er hendan høpisleysa jagstranin eftir úrslitum, sum ger at leiðslurnar handlað í blindum.
– Tað er jú bara eitt lið, sum kann vera Føroyameistari og tí er tað høpisleyst at øll hini feløgini sekkja venjaran.
Melle um Krzysztof Popczynski
– Tað er eingin ivi um at hann hevur prógvað seg sum ein seriøsan og dugnaligan venjara. At gerast Føroyameistari við VB og síðani við einum ungu HB liðið er ikki nakað sum er lættgjørt.
– Fyri nøkrum fáum mánaðum síðan var hann hetjan, sum gjørdi HB til meistarar og sjálvandi er hann ikki vorin vánaligari venjari eftir nøkrum fáum vikum við skiftandi úrslitum.
– Hann er ein útmerkaður venjari – eisini í dag!
– Hví setur leiðlan í felagnum ikki ljóskastaran á leikararnar hjá HB.
– Tað er eingin ivi um at leikararnir hjá HB hava munandi betur evni enn tey úrslit teir hava víst higartil og tað er ikki bara venjarin, sum hevur ábyrgd av at teir ikki levera tað teir eiga at klára.
Leiðslurnar sera vánaligar
Jóhan Nielsen sigur at ein afturvendandi trupuleiki er at leiðslurnar í føroysku feløgunum eru alt ov illa fyri fagliga.
– Tá feløg fara út at leita eftir venjarum so eiga tey at hugsað um venjarin passar inn í spælistílin sum felagið hevur.
– Trupuleikin er at leiðslurnar eru alt ov illa fyri fagliga og tí eru tær slett ikki kompotentar.
– Eg haldið at leiðslurnar áttu at sett ein ítróttarligan leiðara og so høvdu leiðslurnar tað fíggjarliga um hendi og so var greiður skilnaður millum hesi økini.
Venjarar eru eisini menniskju
– Vit mugu minnast til at venjarar eru eisini menniskju við familju, húsi og heimið.
– Tað er ikki serliga stuttligt at starvast í einum umhvørvið har uppsagnir og óvissa hongur yvir einum.
– Tí verður tað ein uppgáva hjá venjarafelagnum at verja rættindini hjá venjarunum til sømulig kor.
– Vit búgva jú ikki í Italia, men nú 50 % av venjarunum eru uppsagdir valda italienskir tilstandir í Føroyum.




