Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Váðamikið eksperiment

John William Joensen

Drúgv tíð er liðin, uttan at serliga størru politisku flokkarnir alment hava meldað út støðu sína til dagsaktuella og hóttandi spurningin um Føroyar sum eitt valdømi.

Har afturímóti hava einstakir politikarar, hvør í sínum lagi, verið úti, meira og minni varisliga, við persónligari metan, og einstakir samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava somuleiðis verið úti við tonkum sínum um fyrimunir og vansar og møguligar flokspolitiskar orsøkir til hetta váðamikla og fyri landið so avgerandi eksperimentið. Vantandi útmeldingin man vera orsøkin til, at fólk samanbera hetta málið við 266 B, har politikarar av “etiskum grundum” vóru frítt stillaðir í støðutakan, og har floksformenn við vantandi dirvi eisini smoygdu sær undan ábyrgd. Við ávísum rætti kunnu málini sostatt samanberast, hóast spurningurin um eitt valdømi kann fáa álvarsligar avleiðingar víða um í landinum.

Tó hevur einsamalli floksformaðurin og tinglimur Sjálvstýrisfloksins meldað greitt út, at flokkur hansara vil hava broyting í valskipanini til eitt valdømi. Fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, núverandi tingformaður, hevur roynt seg við somu boðum, men við heldur óhepnu argumentatiónini, at tað er fyri ikki at blanda saman lokalpolitikk og landspolitikk og at styrkja støðu føroysku kvinnunar. Samstundis ráðlegði hann, dulgt fyri løgtingslimum, bygging av nýggjum løgtingshúsum í Havn, júst fyri at hjálpa borgarstjóranum í Havn og umsiting hansara við innivist í núverandi, rúmligu, men knapt liðugtbygdu løgtingshúsum, og kom soleiðis av óvart at blanda saman tað, ið ikki skuldi blandast. Hesar ætlanir vórðu síðani, fyri at tað ikki skal vera lygn,
kunngjørdar býráðslimum í Havn áður enn løgtingslimir frættu nakað um tær. Formaður floksins hevur hinvegin hildið seg aftur í gátuførari tøgn.

Javnaðarflokkinum hava vit ikki hoyrt nógv frá, bert einstakur tingmaður í Havn, bráðrisin og ofta úti í soloørindum, sigur seg ganga inn fyri broyting til eitt valdømi, meðan aðrir eru ímóti, og formaðurin, alias Føroya løgmaður, er støðugt duldarfullur og tigandi viðvíkjandi komandi uppskotinum og lagnutungu avgerðini.

Formaður Fólkafloksins hevur hinvegin boðað frá, at hann er ímóti at broyta valskipanina til at umfata bert eitt valdømi, og at eitt møguligt uppskot hesum viðvíkjandi í hvussu so er ikki átti at verið lagt fram hesumegin komandi vali. Hinvegin eru í flokkinum einir tveir limir í Havn, sum siga seg ganga inn fyri broyting til eitt valdømi.

Úr Tjóðveldisflokkinum í andstøðu vita vit somuleiðis frá einstøkum tinglimi í Havn, at tikið verður undir við broyting til eitt valdømi, men beinleiðis og almenn útmelding frá formansskapinum er ongin komin enn, og einstakir limir úti um landið eru harðliga ímóti.

Viðvíkjandi Miðflokkinum sýnist støðan púra greið. Flokkurin, við núverandi trimum limum í andstøðu, er fyri radikalu broytingini.Við floksins plasering og útliti í huga er tað eins væl skiljandi og helst líka neyðugt sum hjá hinum lítla flokkinum í andstøðu, Sjálvstýrisflokkinum. Báðir hava seinastu árini havt torført við at finna fótafesti í føroyskum politikki og hava stórar trupulleikar við at finna fúsar kandidatar til uppstilling úti um landið. Einfalda hugsanin er helst í báðum førum, at hetta er ein kærkomin møguleiki. Vert er at leggja til merkis, at meginparturin av teimum, sum eru fyri einum valdømi, koma úr miðstaðarøkinum. Samanumtikið sýnast tó flestu fólkavaldu samdir um, at ein slík broyting ikki eigur at vera gjørd, fyrr enn landið er betri útbygt, og kommunurnar úti um landið eru munandi styrktar, tí sum er, er ójavnin alt ov stórur.

Fremstu serfrøðingarnir mæla frá eini so radikala broyting í valskipanini, og onkur teirra nevnir hugtakið “jerrymandering”, sum í politiska heiminum merkir fupp og fidus við tí í hyggju at vinna sær persónligar fyrimunir til eitt politiskt val, meðan minni verður hugsað um heildina.

Okkum kunnugt eru flestu valfeløgini somuleiðis ímóti umtalaðu broyting og meta hana skaðiliga fyri landið og fyri týdningin hjá valfeløgum yvirhøvur. Hvussu leikur fer, fáa vit at síggja. Veruleikin er tann, at hóast tað stóð á jøvnum við atkvøðum í løgtingsins formansskapi, so var formansatkvøðan avgerandi, og hóttan formansins, um at leggja fram uppskot til eksperimentið við einum valdømi, verður sostatt fyribils hangandi yvir føroyingum, líkamikið hvør veruliga orsøkin til uppskotið er. Endaligu avgerðina og ábyrgdina eiga síðani teir fólkavaldu.