Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NHR eigur nú kappróðrarflaggskipið í Norðoyggjum: HANN EITUR SUNDABÁTURIN

Norðlýsið ÍTROTTUR

Á breddanum í snøggu heimasíðuni hjá NHR standa slagorðini: “Eitt felag við viljanum fremst!” – og sigast má, at tað hava tey higartil prógvað í verki!

Hóast kappróðurin í landinum sum heild hes seinnu árini hevur havt heldur tungan sjógv við færri manningum og minkandi áhuga sum heild, so hevur gongdin her í Norðoyggjum avgjørt ikki bara verið niðurgangandi – heldur tvørturímóti, í øllum førum á ávísum økjum.

Á hugaliga bógnum kunnu vit staðfesta, at serliga tvey kappróðrarfeløg hesa seinastu tíðina hava staðið fyri framgongd og framfýsni. Tey eru NHR (Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag) og ÁRF (Árnafjarðar Róðrarfelag).

NHR – Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag

NHR hevur longu í eitt áramál verið í fremstu røð innan føroyskan kappróður, har bæði Ritan og Sundabáturin hava vunnið fleiri sigrar – og aftur í ár hevur Sundabáturin víst seg frá síni sterku síðu.

Umframt flottu úrslitini er NHR eyðkent av einum framúr sterkum samanhaldi og samleika, sum eisini gevur seg til kennar í stóra áhuganum millum bygdafólkið og av áskoðaratalinum til kappróðrarnar, sum sigst verða tað størsta her á landi.

Á snøggu heimasíðuni hjá NHR (www.nhr.fo) verður m.a. upplýst, hvussu støðan er í teimum báðum kappingunum, har felagið í ár luttekur:

6 mannafør menn

1. Sundabáturin (40)
2. Tvørabáturin (30)
3. Strálan (26)
4. Jarnbardur (17)
5. Lómur (7)
6. Sølmundur (5)
7. Riddarin (5)
8. Rádni (2)
9. Smyril (0)
10. Kollfirðingur (0) 
 

5 mannafør kvinnur

1. Sílið (35)
2. Ørnin (28)
3. Fípan Fagra (25)
4. Frúgvin (22)
5. Ritan (12)
6. Teistin (9)
7. Jallurin (1)
8. Blikur (0)
9. Erla Kongsdóttir (0)

Tað hevur fyrr verið frammi her í Norðlýsinum, at ætlanir eru í NHR um at byggja felagnum eitt nýtt og tíðarhóskandi kappróðrarneyst.

ÁRF – Árnafjarðar Róðrarfelag

Hitt kappróðrarfelagið í Norðoyggjum, sum nýliga er sprottið framaftur, er ÁRF – Árnafjarðar Róðrarfelag.

Eins og NHR hevur ÁRF eisini eina sigursvanda søgu at byggja sína tilveru á. Á tí upplýsandi heimasíðuni hjá ÁRF (www.arf.fo) kann m.a. lesast, at tann víðagitni Árnfirðingur var fyrsta 8-mannafarið, sum vann trý FM-heiti á rað, í 1966-1967-1968.

Staðfestast kann, at ÁRF hevur lagt bragdliga og treystliga til brots, tí longu áðrenn felagið av álvara byrjaði at taka lut í kappróðri í hesum umfari, høvdu tey megnað at bygt eitt nútímans kappróðrarneyst í Árnafirði við øllum tí, sum har til hoyrir.

Hóast sera stutt er fráliðið síðan nýggju byrjanina av kappróðrinum í Árnafirði, so síggjast longu í ár úrslit, sum geva vónir um heiðursmerkjapláss í næstum – ja, kanska nýggi Árnfirðingur longu í ár vinnur bronsuheiðursmerki í kappingini millum 8-mannaførini. Løtuni liggur hann á 4. plássi, bert eittans stig aftan fyri nr. 3.

KRF – Klaksvíkar Róðrarfelag

Triðja kappróðrarfelagið í Norðoyggjum er sjálvandi Klaksvíkar Róðrarfelag (www.krf.fo), sum vit ikki gera meira burturúr í hesi greinini.

Tó er vert at leggja til merkis, at kvinnumanningin umborð á Fípuni Føgru í ár hevur havt fleiri góð úrslit og í løtuni liggur á einum 3. plássi í kappingini millum 5-mannafør kvinnur

HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ FM-HEITINUM, SUNDABÁTURIN !!

BLÍÐAN BYR Í KAPPRÓÐRINUM Á ÓLAVSØKU, ØLL SOMUL !!

Harleyfacadeacryl