Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan neyvan nakra heimild at leiga út til Toll- og Skatt

John William Joensen

Kommunur hava ikki loyvi til at reka vinnuligt virksemið, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum ivast stórliga í um Gøtu Kommuna kann byggja ein bygning, sum fyrst og fremst verður brúktur til vinnuligt virksemið

– Tað er nú einaferð soleiðis at Kommunur hava ikki loyvi at reka vinnuligt virksemið. 

– Tað at Gøtu Kommuna byggir nýggja skrivstovu er náttúrligt, men tá bygningurin fyri nógv tann stórsta partin verðu nýttur til vinnuligt endamál – útleiðing – er púra greitt at kommunan fer út um sínar heimildir. 

– Toll- og Skatt hevur sambært borgarstjóranum brúk fyri 1000 fermetrum – sum er tvífalt tað, sum Eystur Kommuna kemur at brúka. So kann ein spyra hvat tað næsta verður? 

– Skulu kommunur byggja virkisbygningar til eitt nú flakavirkir – sum vit sóu í 80-unum? 

– Tað at kommunan byggir ein bygning fyri landskassan – og landskassin leigar frá kommununi er ikki í lagið.
 
– Tað er nevnuliga eingin munur á um útleiðarin er kommunalur ella privatur, tí útleiðing kemur undir vinnuligt virksemið.