Í venjingardysti týskvøldið spældi nýggjasti KÍ-leikarin, Denni Conteh, við í fyrra hálvleiki, har hann vísti góðar taktir, sum bera boð um, at leikarin fer at verða ein styrkur fyri KÍ.
Eftir eina tíð við hørðum fysiskum venjingum spældu troyttu KÍ-ararnir tann seinasta venjingardystin ímóti ÍF í Fuglafirði týskvøldið.
KÍ-venjarin brúkti dystin nátúrliga til at royna ymiskar liðuppstillingar, og sjálvt úrslitið hevði sekunderan týdning.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at ÍF hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum við máli, sum Helgi L. Petersen skallaði í mál.
Í seinna hálvleiki javnaði KÍ fyrst við máli, sum Erling Fles gjørdi, og síðan legði Heðin á Lakjuni KÍ framum 2-1 við brotssparki.
Helgi L. Petersen gjørdi eisini seinna málið hjá ÍF, tá hann enn einaferð skallaði í KÍ-málið til endaliga úrslitið 2-2.
Talan var um tveir hálvleikir við ymiskum liðuppstillingum. Eitt nú spældi nýggjasti KÍ-leikarin, Denni Conteh, við í fyrra hálvleiki, har hann gav dømir um sínar dygdir sum fótbóltsleikari. Spennandi verður at síggja hendan leikaran í komandi dystum, har hann uttan iva fer at verða styrkur fyri KÍ.
Hin “nýggi” KÍ-leikarin, Ovi Nysted, slapp at hvíla seg í fyrra hálvleiki og spældi síðan við í seinna hálvleiki, har hann hesaferð var í miðverjuni.
Í fyrra hálvleiki var miðverjan mannað av Jan Andreasen og Kaj Ennigarð, meðan Jan og Ovi mannaðu hana í seinna hálvleiki.
KÍ-leikararnir vóru týskvøldið merktir av troyttleika, tí teir hava vant hart í seinastuni. Men nú er fysiska upphitingin av á hesum sinni, og leikararnir fara at taka sær meira av løttum fram til fyrsta dystin í seinnu leikhálvu, sum verður leygardagin ímóti Skála við Djúpumýru.




