Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Klaksvíkar Kommunu: Nýggj starvsfólk í býráðsumsitingini

John William Joensen

www.klaksvik.fo skrivar, at trý fólk seinastu tíðina eru sett í starv í býráðsumsitingini.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu, www.klaksvik.fo, skrivar, at talan er um tríggjar kvinnur, sum júst eru settar í starv. Tvær teirra starvast á Sosialu Deild og tann triðja í Miðlan.

Hanna Thøgersen er sett í starv sum barnaansingarsamskipari hjá kommununi.

Anna Maria Joensen er sett í starv sum skrivari og málsviðgeri á Sosialu Deild.

Jensa Anthoniussen er sett í starv sum skrivstovukvinna í Miðlan, har hon tekur sær serliga av tekniskum avgreiðslum.

Í løtuni eru 25 starvsfólk í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Harleyfacadeacryl