Je fari við byrjan at viðgera tvey brot úr røðu løgmans, eg endurgevi frá
s. 7, har okur lesa:
í løtuni arbeiðir landsstýrið við einum nýggjum og áhugaverdum
skattapolitiskum uppskoti, ið minkar um misjavnan millum ymsu
inntøkubólkarnar og misjavnan millum øki í landinum (7)
og á somu síðu lesa okur:
politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri tað einstaka menniskja. Hetta
er serliga áleikandi, nú nýggjar tíðir og nýggir møguleikar lættliga kunnu
breiðka munandi um gjónna millum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at
fylgja við. Tað er okkara skylda at tryggja, at hesi ikki detta niður
ímillum (7
Ikki verður nágreinað nærri hvussu hetta nýggja skattapolitiska uppskot og
hvussu hendan mismunartryggjing: at eingin dettur niður ímillum, verður
framd, tað er løgið í sær sjálvum, hetta at okur bara fáa orð og onki
ítøkiligt,- men lat tað fara. Spurningur mín til løgmann her í dag er:
hví, harra løgmaður, hví hevur samgongan økt hesa gjónna millum tey
ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við( fyri at brúka orðini úr
citatinum). Og hví, harra løgmaður, hevur samgongan miðvíst og ímóti betri
ráðum økt um fíggjarliga misjavnan millum ymiskar samfelagsbólkar?
Tí tað hevur samgongan- miðvíst og móti ávarðingum og ráðum bæði frá
politikkarum, fakfelagsleiðarum og serfrøðingum.
Fyrst vórðu lunnar lagdir undir hetta asosiala virksemið við at geva
skattalættar, oyramerktir fyrst og fremst til tey vælbjargaðu- og enntá í 4
ár á rað. Miðvíst varð gjógvin hervið breiðkað, miðvíst varð mismunurin
hervið øktur. Men samgongansteðgaðu jú ikki her- órættvísa
fiskivinnupolitikkin, hann sum, heilt legalt, gevur nøkrum útvaldum
føringummøguleika at ríka seg upp av tí tey hava fingið fyri einki, hann
vildu samgongan ikki broyta, hóast landsstýrismaðurin í fiskimálum var
fúsur til hetta, og enntá bar uppskot um hetta á Løgting. Nei- hesi útvaldu
skuldu tryggjast rættin at ríka seg upp, meðan eigarin av fiskiríkidømi
havsins, vanligi føringurin, hann og hon, sum ikki megna at fylgja við (
fyri at brúka orð løgmans) tigandi máttu finna seg í at síggja gjónna
veksa.
Og so fingu tit enn eitt høvið at gera samfelag okra, sum meira enn nakað
annað kundi verið tað nærmasta vokur koma paradís á jørð, enn meira
asosialt. Hetta hendi, tá Føroya Banka sølan ella skulu okur siga gølan
byrjaði. Í heila tikið at avhøvda gullhønuna verður eitt mysterium, sum
eftirkomararnir vónandi fara at granska í hví hendi. Men so at geva ognina
fyri serprís til tey fáu, tey, sum frammanundan vóru ríkumegin gjónna, tey,
sum høvdu frammanundaninnlit í viðurskifti bankans- tað kann neyvan
kallast annað enn kalt og kyniskt rán og hetta skapti, tíverri eftir øllum
at døma eisini fult tilvitað , eina enn størri víðkan av gjónni millum
vælbjarga og fátæk og ein mismun, sum neyvan áður er framdur.
Og je kundi hildi á at mint tygun, harra løgmann á, um hvussu verandi
samgonga hevur gjørt tað lætt at verða millum tey vælbjargaðu í Føroyum-
hvussu tit hava økt um verðandi yvirklassan og enntá skapt ein nýggjan. Tak
t.d. tunnilsprátið. Sandoyartunnilin upphitar búskapin verður sagt, men
ikki eitt orð um aðrar verkætlanir- t.d. annan tunnil, ið skal gerast. Hví-
jú hesin gevur yvirskot, yvirskot í privatar lummar- skal verða við at
breiðka gjónna uppafturmeira- ríka tey vælbjargaðu uppaftur meira, og skapa
nýggjan yvirklassa.
Og meðan alt hetta hendir stríðast tey lág- og meðalløntu við at yvirliva
ein beinhart krevjandi dagligan dag. Tey gomlu farandi, tey hvørs lívsavrik
løgdu lunnar undir samfelagið, tey gráta eftir røkt ( eg hugsi her konkret
um dømi frá 68 ára gamalari kvinni, sum hjartaskerandi segði frá umstøðum
teirra við dementu mammu sínari, sum hjálparleys stríddist heima, jagstra
av sjúku sínari). Og tey sálarsjúku- tey fylla enn stovurnar á
psykiatrisku deildum okkara. Tey við skerdum arbeiðsførleika hava undir
verandi samgongu , saman við mongum øðrum, bara umboðsmannin sum síðstu vón
at halla seg til. Og einsamallir uppihaldarar liva undir tí, sum nærmastu
grannar meta verða minstark fyro livimøguleika.
Og hetta er landið, sum samstundis elur fram ein nýggjan yvirklassa, nørir
um verðandi, víðkar gjónna millum vælbjargaði og fátøk oig økir fíggjarliga
mismunin millum íbúgvar landsins.
Nei, harra løgmaður- her er ikki nokk við skattapolitiskum uppskoti– øll
politiska kósin má broytast, róðrið má leggjast í annað borð- stýrast má
burtur frá sjálvsøkni og innaftur á samhaldsfasta kós.
———————————————————–
Hækkan av samhaldsfasta verður brúkt sum verja fyri at hava givið tí
vælbjargaða skattalætta, men tað er at fara ov lætt um veruleikan.
Veruleikin er jú tann, at tey vælbjargaðu fyrst fingu sín skattalætta- tvs.
beinleiðis lætta úr landskassanum, meðan økta útreiðslan til hækkanina av
samhaldsfast jú bleiv tikin inn frá hvørjum einasta føringi- eisini tí
valbjargaða, ja, men hann hevði skattalættan at gjalda við, meðan tann
fátæki, hann og hon hinumegin gjónna, bara fekk rokningina at gjalda, ongan
lætta, bara rokningina.
Eg havi spurt, meira enn einaferð hesi fýra árini- hví ikki geva tí, sum
knapt nok hevur til dagin og vegin skattalætta. Svarið hevur verið
einsljóðandi og óforskamma, havi je hug at siga, at: tað er tí tey forvinna
so lítið, so tí gjalda tey so lítið í skatt. At man far seg at svara
soleiðis- tí júst tað, at tey forvinna so lítið, hevði gjørt, at
skattalætti til teirra hevði kenst flógvur.
————————————————————
Harra formaður: Tvey uppskot, ið Landsstýrið ætlar at fremja, fegnist eg
um- bæði hesi hava vit í Miðflokkinum lagt fyri Løgtingið seinastu tvey
árini. Tá vórðu tey ikki samtykt, men nú eru tey við millum tey uppskot
samgongan ætlar at fremja. Talan er um uppskotið um at veita tímaløntum
sama rætt til løn í sambandi við sjúku hjá børnum sínum, sum tey fastløntu
eiga. Spell, at samstarvið millum andstøðu og samgongu skal vera so háttað,
at samgongan ikki vildi taka undir við hesum uppskotið, sum ikki kostar
nógv fyri tað almenna, men sum man kennast sum ein ómetalig hálp hjá
teimum, sum bráddliga missa inntøku, tí barnið gerst sjúkt. Men vælsignaður
landsstýrismaður- kom við uppskotinum. Tað stoð millum uppskotini í
løgmansrøðuni í fjør, men kom ikki í Løgtingið. Lat ikki tað sama henda í
ár, og lat ikki valið útseta hendan lættan til tey á tí veiku síðuni á
gjónni.
Hin uppskot Miðfloksins, sum varð felt fyri góðum ári síðani, men sum
løgmaður í røðu sínari tosar fyri, er útlendingamálið, sum Miðflokkurin
legði uppskot fram um at yvirtaka á føroyskar hendur. Hetta meta vit er
neyðugt, so skil kann fáast á økið og mongu sorgarleikinir, sum flestu
føringar kenna til gjøgnum fjølmiðlarnar, verða steðgaðir. Her sigur
løgmaður, og eg endurgevi:
eg má ásanna, at útlendingamálini neyvan verða loyst á nóg góðan hátt, so
leingi vit ikki sjálvi taka fulla ábyrgd av hesum málsøki. Hetta er eitt
mál, ið verður áleikandi hjá eini komandi samgongu.
Gleðilig at frætta, og stuðul Miðfloksins skal ikki liggja eftir at fáa
hetta framt- í ella uttanfyri samgongu.
Hinvegin líkar okkum ikki tað avbyrgjan, sum liggur í ætlanum
landsstýrisins um innflytan til Føroya av fremmandarai arbeiðsmegi. Har eru
ætlanirnar, og eg endurgevi úr løgmansrøðuni, at:
gera tað lættari hjá ES-borgarum at koma til landið at arbeiða eftir teimum
sáttmálum, ið galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum
Hvar, harra formaður, hvagar fór alheimsgerðin? Við at seta eina danska
kunngerð í gildi fyri Føroyar, ætlar man at bjóða fólki úr 10-12- % av
heimsins londum vælkomnum til Føroya at virka- tvs. boða hinum knappliga 90
% av heimsins tjóðum og fólkum frá, at tit eru ikki vælkomin, tit eru ikki-
ja hvat -ikki góð nokk, ella? Amerikumenn, japanar, austaliufólk og New
Zelendar v.m- heim við tykkum. Minnir hetta ikki um rasismu- og er hetta
ikki tað mótsatta av alheimsgerð- harra løgmaður??? At girða seg inni saman
við 10-12 % av heimsins tjóðum???
Bert fólk úr ES- klubba teirra ríku- londunum, sum við girðingum útihýsa
teim fátøku við landamørk síni og Guði úr grundlóg síni? teimum- og ongum
øðrum- opna vit mørkini fyri. Hvar fór alheimsgerðin, sum løgmaður tosar um
nærum dagliga??.
Løgmaður harmast harra formaður um, at- og eg endurgevi:
Føroyar eiga granskarar á høgum støði, hóast tær eru langt aftanfyri onnur
framkomin samfeløg, tá tað snýr seg um at seta pengar av til hetta endamál.
Landsstýrið hevur tí sett fokus á hetta økið við ætlanum um at skipa Lærda
Háskúla Føroya, stovnseta granskingarlund til vinnugransking og fáa eitt
yvirskipað vísindaráð at virka ( 10) hvør forðar teimum
Her er aftur talan um orð, tí vit hava hoyrt upp hetta til fleiri ferð
áður. Loyvi mær tí at spyrja løgmann, hvat forðar landsstýrinum í at játta
pening til gransking- og kundi samstundis spurt hvat forðar landsstýrinum
at skapa virðiligar umstøður fyri tey, sum húsast á hægru skúlum okkara.
Her man studentaskúlin í Hoydølum, skúli teirra, ið har leggja sær lunnar
undir hægri útbúgving og møguliga gransking, eiga norðurlendskt met í
forfalli og vanrøkt- ivast tú, far so niðan og hygg, men fyrireika teg uppá
ein shelk. Og fróðskaparsetrið ikki um at tala. Og so tosa okur um at verða
millum fremstu tjóðir í heiminum
————————————————————
Eg nevndi uppskotið um at veita tímaløntum løn á jøvnum fóti við fastlønt í
sb v sjúku hjá børnum, at hetta uppskotið var við í lyftum løgmans í
løgmansrøðu hansara í fjør, tó uttan at tað varð lagt fyri tingið. Hetta
er tíverri ikki tað einasta uppskotið, ið varð lovað, men ikki sást aftur,
tí enn einaferð fáa vit ein langan lestur um ætlanir um:
eina stóra og umskapandi nýskapan á eftirlønarøkinum.
Hendan: er á veg, sigur løgmaður, og har verður lagt upp fyri stóru
demografisku broytingunum komandi árini. Nýskapanin fer at byggja á
tríggjar súlur: Fólkapensjón, samhaldsfasta og uppsparingar.
Trupulleikin er bara, at hetta hava vit hoyrt fleiri ferðir fyrr- tó uttan
at nakað er hent. Alt meðan fólk náa hesum aldri, har gjógvin millum hin
vælbjargaða og tann, ið ikki fekk somu møguleikar, gerst uppaftur størri
enn í arbeiðsárum.
Nær, harra løgmaður, fer nakað at henda á pensiónsøkinum – nær fara tit frá
orðum til verka?
Sama er at siga um ein annan megnar sosialan trupulleika, sum serliga ungu
barnafamiljur okkara stríðast við- byrðan av m.a. bústaðnum. Har lovaði
løgmaður, enntá sera nágreiniliga, í løgmasrøðu sínari í fjør, at, og eg
endurgevi:
familjan fer at standa fremst í raðfestingunum á komandi fíggjarlóg.
Bústaðarpakkin, sum landsstýrið fer at leggja fram, fer at gera tað lættari
hjá ugum fólkum og familjum at seta búgv og fer eisni at betra um
møguleikarnar hjá fólki við serligum tørvi at fáa sær egnan bústað.
Men onki hendi, harra formaður- spurningur mín til løgmann er, um vit kunnu
vænta tað sama, at orðini í røðuni í ár fara at verða alíka óálítandi sum í
fjør?
————————————————————
Kveiktur av, at løgmaður í røðu sínari tosar um fyribyrgjan, fari eg enn
einaferð at spyrja eftir tí týdningarmestu fyribyrgjanini, ið, eftir mínum
tykki hugsast kann- fyribyrgjandi kanningunum av børnum. Tá samgongan tók
við vrakaðu teir liðugt uppskot frá landsstýrismanni Miðfloksins um
skúlalækna- seinni samtyktu vit samgonguuppskot um regluligar kanningar av
børnum og ungum í skúlaárum- men eisini her tykist verða talan um orð, tí
einki hendir. Enn ganga føroysk børn, uttan iva sum tey einastu á okkara
leiðum, uttan hesar kanningar. Hesar kanningar, sum eru so umráðandi í
avdúkanini av brekum, sjúkum og vantrivanaði, sum kunnu rættast og bøtast,
áðrenn ov seint verður.
Hví, harra landsstýrismaður, hví hendir einki á hesum so týdningarmikla
sosialpolitiska øki?
Hví verður tað sosiala heldur ikki prioritera á hesum øki?
————————————————————
Eitt av teim økjum, sum Miðflokkurin aktivt hevur roynt at fáa skipað er
neyðhjálparøkið. Løgmaður nevnir um hetta økið, sum vit í felag hava tosað
fyri í mong ár, at
Hetta landsstýrið hevur meira enn nakað annað lagt seg eftir at skipa
altjóða menningarsamstarv.
Hann nevnir hækkaðu játtanina, lógir og kunngerðir, at førleiki okkara er
mentur hesi árini og týdningarmikil sambond eru knýtt.
Eg havi fylgt væl við hesum øki, men eri ikki samdur við løgmanni um at væl
hevur gingið. Tvørturímóti hevur tann eina gølan avloyst aðra, pengar eru
mistir, sambond eru kvett, og enntá eru føroyingar, sum gera eitt
megnararbeiði á økinum, við lóg útihýstir frá stuðli, heldur enn at verða
stuðlaðir.
Hevði løgmaður lurta eftir ráðum Miðfloksins og heldur latið teir føringar,
sum virka á hesum øki runt heimin, umsitið hesa játtan, so hevði hann óivað
í dag kunna víst á feliri sólskinsøgur- heldur enn tað mótsatta.
————————————————————
Tosað verður í røðuni um varðar, ið samgongan hevur sett eftir seg.
Grefligasti varðin verður tó ikki nevndur. Varðin samgongan laðaði saman
við tjóðveldisflokkinum, tá løgtingsfólk, beint móti ráðum úr orði Guds,
valdu at ganga eina leið, sum, um eftirfylgjarar okkara velja at fylgja í
fótasporum tykkara, førir okkum út av eggini. Vóni Miðfloksins er, at
føringurin, sum skjótt fær høvið aftur at velja umboð síni á Løgting, harra
formaður, at hann og hon tá kenna sína ábyrgd fragari enn tingmenn gjørdu,
og velja menn og kvinnur á ting, sum fylgja røttum varðum og tryggum
stíggjum.
Takk fyri




