Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ódnarveðrið for avstað við festivalinum

John William Joensen

men fólk eru tó sera vælnøgd við hóskvøldið og ikki at gloyma fríggjakvøldið

Tað eru øðiligt at síggja myndirnar frá skaðaódnini sum vitjaði okkum leygardagin, men flest øll eru samd um at Summarfestivalurin er eitt alt ov gott tiltak til ikki at klára ein frammaná.

Við útvarpið í morgun segði ein av fyrireikarunum at støða ikki enn er tikin til um festivalurin verður aftur komandi ár.

Vónandi vóru hesi orð eitt úttrykk fyri skelkin sum fyrireikararnir fingu um vikuskiftið – tí øll vilja vit upplivað Summarfestivalin aftur.

Konsertin við Scorpions hevur ikki kent sín líka her á landið og hugnaligu løturnar í m.a. Silvalandið hóskvøldið bera væl og virðuliga prísin á atgongumerkjunum.

Men veðrið er ein lærupeningur – vit búgva jú í Føroyum – og rætt gjørdu tit av avlýsa.

Men nú mugu allar góðar kreftir standa saman – soleiðis at Summarfestivalurin verður ein enn størri uppliving næsta ár.

jwj