– GÍ hevur eitt gott lið, sum veruliga stríðist fyri sakini, og tí skulu vit spæla upp til okkara besta, um vit skulu fáa nakað við okkum aftur til Klaksvíkar, heldur høvuðsvenjarin hjá KÍ.
Eyðun Klakstein kann sjálvandi fegnast um, at lið hansara fekk eina góða byrjan í seinnu helvt av Formuladeildarkappingini, men sunnudagin bíðar aftur ein torfør uppgáva – hesa ferð á útivølli ímóti GÍ, ið síðan Norðoyatunnilin er blivin eitt slag av eini lokaluppgerð ella kanska rættari: grannauppgerð.
– KÍ hevur staðið seg væl í Gøtu seinnu árini, men vit vita, at tað verður ein sera trupul dystur sunnudagin. GÍ hevur eitt gott lið, sum veruliga stríðist fyri sakini, og tí skulu vit spæla upp til okkara bestu, um vit skulu fáa nakað við okkum aftur til Klaksvíkar, heldur Eyðun Klakstein.
– Vit hava lagt sjógv millum okkum og botnliðini, og nú líta vit upp eftir. Okkara mál er at vinna upp um miðjuna í Formuladeildini, og skulu vit náa tí málinum, skulu vit vinna meira enn vit tapa av dystinum, sum eru eftir at spæla í ár.




