Í samband við dystin millum KÍ og GÍ í Gøtu, skipar Áhugafelagið hjá KÍ fyri bussferð. Farið verður frá KÍ høllini (eystursíðuni) sunnudagin kl. 14.15, og heim aftur beint eftir dystin.
Kostnaður fyri limir* er kr 50,- og ikki limir kr 75,-. Børn undir 18 ár gjalda kr 50,-.
* limir eru tey, sum flyta eina fasta upphædd til Áhugafelagið. Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim á túrinum.
Áhugafelagið hjá KÍ




