Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingmanningin í Fólkaflokkinum er isolera frá restini av flokkinum

John William Joensen

Rúna Sivertsen sigur at tað undrar hana stórliga at tað var so umráðandi fyri flokkin at fáa hana burtur úr landsstjørnini tá tað nú situr bert ein kvinna saman við 23 monnum.

Rúna Sivertsen sigur at avgerðin er tikin eftir at hon hevði hugsað seg um í longri tíð.
– Eg má siga at avgerðin hevur einki við formannsvalið í flokkinum at gera, sum tað annars dúgliga verður gitt um.
– Eg havi altíð havt eitt ynski um at sleppa upp í part í politiska arbeiðinum og vera við í Fólkaflokkinum – men hetta ynskti flokkurin ikki.
– Eg havi fleiri ferðir markera mína ónøgd við arbeiðsháttin í flokkinum har tað bert eru tey fólkavaldu umboðini í flokkinum, tvs. Tingmanningin, sum stýrir øllum.
– Eg haldið at viðferðin, sum øll tey mongu, sum til hvørt val stríðast fyri Fólkaflokkin, fáa í flokkinum er undir alt lágmark.
– Vónandi verður hetta broytt við nýggja formanninum – men enn hava vit so ikki sæð nakra broyting.
– Eg haldið at fyri tað um ein er valdur inn á ting so merkir tað ikki tað sama sum um at ein ikki behøvist at lurta eftir nøkrum øðrum í flokkinum.
– Eg gjørdi eisini vart við hetta tá eg sat í landsstjørnini hjá flokkinum, men hon bleiv sera sjálvda samankallað og tá eg so bleiv koyrd úr landsstjørnini fekk tað bikari at flóta yvir.

Bert ein kvinna eftir í flokkinum.
– Grundgevingin hjá Norðoya Fólkaflokksfelag ikki at velja meg aftur í landsstjørnina var tann at eg ikki longur búði í norðoyggjum.
– Hetta helt eg vera sera løgið tí vit vóru bara tvær kvinnur í flokkinum og sambart heimasiðuni hjá fólkaflokkinum eru nú bert ein kvinna í leiðsluni og heili 23 mannfólk.
– Tí haldi eg at flokkurin átti at funni ein máta so eg kundi halda fram i flokksleiðsluni – men tað ynskti flokkurin ikki.
– Tey sum kenna nakað til Fólkaflokkin vita at allar avgerðir verða tiknar av tingmanningini og teir eru eisini fullkomuliga isoleraðir frá restini av flokkinum.

Rúna hevur nú melda seg inn í Sjálvstýrisflokkin, men enn visti hon ikki hvat flokkurin ynskti at brúka hana til.

Norðlýsið hevur tó ábending um at ætlanin er at stilla Rúnu Sivertsen upp í suðurstreymi.

Harleywoodpaint