Løgtingsformaðurin fer at leggja uppskotið, um Føroya sum eitt valdømi, fyri tingið í morgin
Enn er uppskotið ikki komið á dagsskránna hjá tinginum og tað hevur ikki eydnast okkum at fingið hetta vátta av løgtingsformanninum, men keldur sum standa løgtingsformanninum nær, siga við Norðlýsið, at formaðurin er liðugur við at orða uppskotið og at hann leggur tað fram á tingfundinum hósdagin.




