Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppið at formaðurin í løgtinginum blívur politiskur

John William Joensen

sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at smíðja stýrisskipannarlógina.

Edmund Joensen hevur fyri langari tíð síðan boða frá at hann sum Formaður í løgtinginum fór at leggja uppskot fram um at gera Føroya sum eitt valdømið.
Málið var fyri á fundi í formannskapinum og har stóð á jøvnum og tí átti máli at fallið.
Men Edmund, sum sjálvur var á fundinum, boðaði frá at sambært reglunum so er atkvøða formannsins avgerandi, tá stendur á jøvnum og tí kundi hann boða almenninginum frá at uppskotið hjá honum sjálvum var samtykt í Formannsskapinum.

Óheppin framferð
Bjørn á Heygum, advokatur, sigur við Norðlýsið at hóast ongar reglur eru um inhabilitet í formannskapinum so er tað prinsipielt skeivt at formaðurin er partur í einum málið, sum ikki beinleiðis hevur við arbeiði hjá formannsskapinum at gera.
– Formaðurin eigur ikki at vera partur av nøkrum málið og tí er tað sera óheppið at formaðurin í løgtingum so partískt tekur lut í einum ávísum málið.
– Hetta kann skapa trupuleikar við respektini sum altíð eigur at vera kring formannin.
– Málið um at gera føroyar til eitt valdømið er jú eitt mál sum Edmund Joensen sjálvur er komin við og tí má ein siga at viðgerin í formannskapinum í hesum førinum er politisk – og tað er sera óheppið.

Harleywoodpaint