Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drekar á Tekniska Skúla

Jóhanna Magnusardóttir – Praktikantur

Um 10 tíðina fríggjadagin 17. august 2007 sóu teir klaksvíksjingar, ið høvdu hætta sær útum eina stuttliga sjón. Tað vóru teir nýggju næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík, ið høvdu gjørt nakrar drekar, og skuldu senda teir upp.

Klokkan 10 var heldur nógvur vindur at seta drekarnar upp, men tað skuldi ikki forða Tekniska Skúla at senda sínar drekar upp!
Endamálið við drekunum var at samansjóða næmingarnir, ið ikki kendust áðrenn. Nýggju næmingarnir á HT, SIT og teir nýggju lærlingarnir vórðu koyrdir í 15 bólkar og funnu skjótt útav at arbeiða saman hóast arbeisfelagarinir vóru púra ókendir frammanundan. Eisini vóru næmingarnir sera kreativir og drekanir fingu øll møgulig spennandi skapilisi og litir.

Ein dómsnevnd varð sett, til at døma drekarnir útfrá vakurleika, flúgvieginleika og originaliteti. Næmingarnir høvdu eisini framløgu um drekarnir, og henda varð dømd útfrá undirhaldsviðri og upplýsing. So vórðu stigini tald saman og samanlagdi vinnarin funnin.

Vindurin var heldur nógvur við hvirlum, og regn var eisini, so ikki gekk so væl sum ætlað at fáa drekarnar upp. Tá drekar skulu setast upp, skal helst vera javnur vindur, og ikki alt ov nógvur. Flestu drekarnir komu tó upp, hóast fleiri duttu niður aftur og brotnaðu. Tó vóru onkrir, ið flugu heilt væl. Kanska var tað tí teir høvdu longri halar enn hinir, og balanseraðu tí betri í luftini. Endin var tann, at tann, ið fleyg best, endaði eisini við at vinna samaløgdu kappingina. Á vinnara drekanum stóð “No Smoking”, og hvør veit um tað var tí hann fleyg betri enn hinir? Vinningurin var, eitt gávurkort uppá eina fløgu til hvønn í vinnarabólkinum.

Samanlagt siga næmingarnir at teir lærdu sera nógv av uppgávuni, bæði um at byggja drekar, vindkreftir og slíkt, og ikki minst hava teir fingið eina stuttliga uppliving saman, har samansjóðingin var sett í fremstu røð.