– Eg roknaði ongantíð við at eg fór at vera í starvið hjá skipafelagnum til eg bleiv 67, sigur Sára Olsen, sum 1. august hevði 34 ára starvsdag
Sára Olsen hevði 1. august í ár starvst 34 ára á Skipafelagnum og hóast hon nú er uppsøgd hevur hon bara gott at bera arbeiðsplássinum.
– Eg má siga at eg uppá ein máta hevði roknað við uppsøgnini – tí tað hevur ljóða leingi, at broytingar vóru á veg og tí gjørdist eg als ikki kløkk tá uppsøgin so kom.
– Hetta hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss og mær hevur dámt óalmindiliga væl.
– Eg havi hálvt ára uppsagnartíð, men havi fingið loyvi til at gevast tá eg fylli 65 ár í november.
Sendir klæðir til Romenia
Stutt eftir at Sára byrjaði á Skipafelagnum fór hon undir eitt tiltak at avskipað klæðir til neyðhjálp og í dag verður eini 30 rúmmetrar av klæðum avskipaðir ókeypis við Faroe Ship tvær ferðir um árið.
– Stutt eftir at eg var byrjað á skipafelagum kom ein kona inn við pakka, sum skuldu sendast til “Kofed” skúlan í Danmark og tá hon greiddi frá at hetta var ein felagsskapur, sum m.a. sendir klæðir sum neyðhjálp, segði eg at vit skuldu flyta pakkan ókeypis.
– Síðani byrjaðu fólk at koma oman á skipafelagið við posum av klæðum, sum vit savnaðu og sendu víðari.
– Hetta vant nógv uppá seg og í dag senda vit tveir konteynarar um ári.
– Ein konteynari verður avskipaður um vári og ein um heysti. Hettar eru umleið 60 rúmmetar av klæðum.
– Tá føroyingar byrjaðu at senda klæðir til Romenia fyrst í 90unum, valdu vit at stuðla hesum og tað er ikki lítið, sum er farið tann vegin, greiðir Sára frá.
Sára sigur at nú sær hon fram til at hava betri stundir til at vera omma.
Fyrst skuldu hon og maðurin niður at taka ímóti 9. ommubarninum og hon gleddi seg til at kunna vera "meira" omma – sum hon málbarseg.




