Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðvíkjandi skeinkiloyvinum á Føroya Sjómannadegi

John William Joensen

Í samband við skriv á kjaksíðuni hjá Norðlýsinum vil nevndin í Føroya Sjómannadegi koma við nøkrum rættleiðingum

Tíðindaskriv:

Nevndin í Føroya Sjómannadegi vísa aftur at borgarstjórin ella nakar annar uttanfyri nevndina hevur blanda seg uppí um Føroya Sjómannadagur hevði skeinkiloyvi ella ikki. 

Í fjør skipaði Klaksvíkar Hornorkestur fyri dansinum og var tað eitt væl eydnað tiltak. 

Men nevndin helt ikki tað vera rætt at dansurin var hildin á einum "lukkaðum" økið har fólk skuldi gjalda atgongumerki fyri at luttaka. 

Hetta passaði ikki inn í konseptið – sum vit royna at halda fast um í Føroya Sjómannadegi.

Tí valdu vit sjálvir at standa sum fyriskiparar og ætlanin var at dansurin skuldi vera á sjálvari Stangabrúnni.

Eisini var møguleikin við útskeinking kannaður og samband var við lokalar kreftir sum hava skeinkiloyvi.

Men tað gjørdist greitt at skuldi skeinkiloyvi verða, so var eitt krav frá myndugleikunum, at økið skuldið vera avsperrað og eftirlit skuldi vera við portrini, so at eingin slapp inn á økið við rúsdrekka.

Føroya Sjómannadagur leggur sær nær, at vera eitt opið tiltak har øll atgongd er ókeypis og at tað fyrst og fremst er ein dagur fyri sjómannafamiljur.

Spurningurin um skeinking bleiv so viðgjørdur í nevdini og avgjørt var at velja útskeinking frá og longri er søgan ikki.

Avgerðin var ikki tikin við atlitið til nakran persón ella felagsskapir – og heldur ikki fyri at gleða ella skuffa nakran.

Avgerðin bleiv tikin út frá tí sum vit halda passar til Føroya Sjómannadag ella ikki. 

Vit kunnu eisini upplýsa, at vit valdu ymiskt annað frá, sum hevði við sølu og mat at gera og tað fara vit eisini at gera í framtíðini.

Vinarliga 
Nevndin í Føroya Sjómannadegi