“Hvad har I gang i ?” ljóðaði uppøsta røddin, tá málið um samkynd var viðgjørt á Føroya løgtingi á sinni. Málið var mett sum eitt etiskt og moralskt mál, ið hevði við mannarættindi og menniskjavirði at gera, og avgjørt varð, at tinglimir í slíkum týðandi máli skuldu vera fríttstillaðir av flokkum og samgongusáttmála. Sjálvur var tingformaðurin við at atkvøða málið ígjøgnum.
Oddagrein, Norðlýsið:
Nú hevur sami tingformaður persónliga mett, at málið um Føroyar sum eitt løgtingsvaldømi, hoyrir undir somu kategori, og at innihaldið í málinum krevur, at sama etiskt/moralska modellið skal roynast einaferð enn. Frá Føroya løgmanni fær hann fulla undirtøku, og løgmaður úttalar alment, at samgongan kláraði málið um tey samkyndu, og man hon eisini fara at halda til hetta málið um eitt valdømi.
Uppøsta røddin á sinni er nú tagnað og púra samd við bæði tingformann og løgmann, nú ein samsintur miðflokkur rør, sveittan í barm, í sama borði sum m.a. teir, sum heitastir vóru fyri málinum um tey samkyndu, og har onkur í dag, við Pride-paradu í Havnar gøtum krevur skrásett parlag “heldur í dag enn í morgin”. Nú ljóðar einki “Hvad har I gang i?”- onkur heldur, at orsøkin er etisk/moralsk, annar at talan er um tað bera sjálvsøkni.
Sjónvarp Føroya avdúkaði ein heldur illittan etikk og moral í framferðarháttinum, sum løgmaður og løgtingsformaðurin nýttu fyri at fáa málið á løgtingsborð. Har vóru eftir øllum at døma nýttar í so “smartar”, lítið tignarligar metodur og gingnar sniðfundigar rásir fyri at snúgva sær undan givnum lyftum um samgongufund og enntá fólkaatkvøðu, áðrenn slíkt mál kundi koma á ting.
Men “hensigten helliger midlet”, sum danir taka til, og tað eydnaðist at leggja málið fram. Líkt er til, at málið um Føroyar sum eitt valdømi, ið Sjálvstýrisflokkurin herfyri legði fram, og sum á demokratiskan hátt varð felt í løgtinginum, knappliga hevur ómetaligan týdning fyri hesar báðar politikararnar at fáa roynt einaferð enn, tí eins og víst var á í sendingini, so bendir okkurt á, at báðir eru í vanda fyri um stutta tíð at verða vrakaðir undir núverandi løgtingsvalskipan. At slík egináhugamál skulu hava serligan etiskan og moralskan týdning fyri veljaran, man vera ilt at skilja. Men týdningurin, teir báðir leggja í málið, vísti seg á annan hátt nú um dagarnar. Ivasamar veljarakanningar frá sama Gallup – stovni, hin fyrra í Vikublaðnum, sum fekk lítla og onga umtalu í fjølmiðlunum, vísti, at bert 1/3 av føroyingum er fyri einum valdømi, og viku seinni í Sosialinum, fyrrverandi málgagni javnaðarfloksins, vísti kanning heili 54 % fyri, tó var viðmerkt, at fínteljingin var ikki liðug. Sosialurin kom kortini við feitari yvirskrift: Edmund hevur fólkið við sær!
Stjórnmálafrøðingar eru heldur ikki á einum máli. Ein teirra setti fram spurningin, um tað er demokratiskt, at 1/3 av føroyinum, sum búgva í Havn, skal taka avgerðir fyri 2/3 úti um landið. Ein annar metti tað stríða ímóti demokratisku hugsjónini at hótta við at slíta samgonguna, um málið kom til viðgerðar, og setti í sama viðfangi fram spurningin, hvat ein samgonga er fyri nakað? Eftir øllum at døma verður ikki brúk fyri samgongum í framtíðini, har ger bara hvør tinglimur, sum hann vil. Styrkta, kommunala støðan í landinum gjørdi eisini, at landið nú var búgvið til eitt valdømi, metti hann, hóast hvørt mansbarn veit, at flestu kommunurnar enn eru alt ov veikar. Landið er ikki búgvið fyrr enn samanleggingin er framd, kommunurnar styrktar, og greiðar avtalur eru um býtið millum land og kommunur. Tórshavnar kommuna er fyri einum valdømi av egináhuga. “Sum er, velur tingið heldur einki at gera enn at gera nakað í miðstaðarøkinum” sigur borgarstjórin uttan at rodna og heldur leiðina fram við vónini um at sleppa undan vaksandi, rættvísa kravinum um m.a. kommunala útjavning í landinum. Hetta krav fer kanska heilt at hvørva við komandi skerdu demokratisku umboðanini úr veikaru økjunum.
Sum rosinan í pylsuendanum kom so formaðurin í Búskaparráðnum, sum fyrr hevur útmerkað seg við tungtvigandi útsagnum, við teirri, fyri demokratiskt valdar løgtingslimir, bæði mannminkandi og niðrandi útsøgnini, at vit mugu fáa eitt valdømi og 5 kommunur í Føroyum, so vit fáa landspolitikarar í løgtingið, so tingið ikki verður eitt sendimannating av kommunalpolitikarum ?? Her er lítil virðing at hóma fyri demokratii, løgtingi og løgtingslimum. Formaðurin hevur als ikki skilt, hvat málið snýr seg um. Vónandi hevur hann meira skil fyri búskaparspurningum.
Skilagóðar, kritiskar røddir hava tó verið frammi nú um dagarnar í eini roynd at steðga ætlaða ørskapinum í framlagda uppskotinum. Vónandi fer at bera til at fáa sinniliga partin av løgtinginum at vísa uppskotinum frá sær og halda seg til upprunaligu ætlanirnar um at bøta um smávegis skeivleikar í verandi lóg.
Jú, ivasamt man vera, um tað júst er etikkur og moralur , ið nú skal setast í hásætið á Føroya løgtingi. Tað krevur helst eina útskifting í mætastu politisku sessum landsins fyrst, um so skal verða, og hon verður helst torfør at fremja í tí komandi “eina valdøminum” við ætlaða, skerda fólkaræðinum og valdandi politiskum sjálvsøkni. Enn hava vit eina virðiliga demokratiska skipan fyri alt landið, eisini veikaru økini, tí verður áhugavert hjá veljarum landsins at fylgja politisku handfaringini av málinum um Føroyar sum eitt løgtingsvaldømi.




