Í morgun hevði ferðslupolitiið ferðmátingar í Norðoyatunlinum. Átta bilar vórðu skrivaðir í “svørtu bók” fyri at koyra ov skjótt.
Av politistøðini frætta vit annars, at fólk í heila tikið koyra hampuliga ígjøgnum tunnilin um Lorvíksfjørð. Ongin koyrdi so skjótt ímorgun at koyrikortið var í vanda.
Annars klaga fólk við Skáltavegin og Kráargøtu um nógva ferðslu og bilar við nógvari ferð. Sagt verður av politistøðini, at ferðsla til og úr Norðoyatunlinum, sum skal norður ígjøgnum Klaksvík ella suðureftir fyri størsta partin koyrir eftir hesum vegunum.
Serliga verður klagað um nógva ferð við barnagarðin, ið liggur á strekkinum.
Nógvir parkeraðir bilar eru á hesum vegunum og harafturat nógv børn, so politiið hevur eitt vakið eygað við ferðsluni har.




