Í langa tíð hevur Sjónleikarafelagið ynskt sær betri hølisviðurskifti. Hesi hava tey nú fingið í kjallaranum í gomlu Sløkkiliðsstøðini, har fyrsta tiltakið er eitt ókeypist sjónleikaraskeið fyri ungdómar.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu, www.klaksvik.fo, skrivar, at Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sett kjallaran í gomlu Sløkkiliðsstøðini í stand og annars umvælt hann til teirra nýtslu.
Tey hava valt at byrja við ungdóminum, sum hevur fingið tilboð um eitt ókeypis sjónleikaraskeið. Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur heitt á Riu Tórgarð um at skipa fyri einum sjónleikaraskeiði, sum verður hildið í nýggju hølunum – 20 vikuskiftir.
Heili 23 ungdómar hava teknað seg til skeiðið, sum byrjaði leygardagin 1. sept 2007. Ætlanin er, at skeiðið skal enda sum ein leikur, ið tey ungu føra fram til várs.
Hetta var ein søguligur dagur fyri Sjónleikarafelagið helt “The Grand Old – Rudolf” fyri, tá ið hann stakk inn á gólvið undir venjingunum hjá teimum ungu, sum Ria stóð fyri leygardagin.
Men ikki bert Rudolf Joensen, sum er formaður í felagnum var og heilsaði uppá – Har var øll nevndin: Súsanna Lydersen, Eilen Isaksen, Óli Hansen – Bjarni Ziska Dahl hevur farloyvi eina løtu.
Tey eldru í felagnum hava eisini ein leik í hyggju. So her kemur nógv áhugavert at henda hjá “nýggja felagnum” í nýggju hølunum.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag ætlar rættuliga at bretta uppum armar, nú tey hava fingið góðar karmar at arbeiða undir, varð sagt av gomlu Sløkkiliðsstøðini leygardagin.
Umvælingarnar eru tó ikki lidnar enn, men tað blíðkar fyri hugaðum monnum, plagar at verða tikið til – og hugurin er góður!
Góða eydnu! – skrivar www.klaksvik.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja aftur við hesi grein.




