Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2): KÍ sendi VB/S niður við einum “tennis”-sigri

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hóast VB/Sumba sunnudagin fekk 3 mál ímóti KÍ við Djúpumýru, so var heimaliðið klassar betri 6-3 sigurin kundi – og átti helst eisini – at verið nøkur mál størri,

um KÍ-ararnir høvdu verið neyvari framman fyri góða VB-málmanninum.

Longu áðrenn dystin hevði ein ta greiðu kenslu, at spenningurin var farin úr niðurflytingarstríðnum, sum í veruleikanum var avgjørt longu áðrenn hendan dystin.

Men eftir trygga KÍ-sigurin sunnudagin hvarv tann seinasti teoretiski ivin hesum viðvíkjandi.

KÍ er nú heilt uppi á 5. plássi – gamaní bert fá stig framman fyri nr. 6 og 7 – men tann góða gongdin hjá liðnum hevur sanniliga broytt støðuna hjá KÍ, sum fyri nøkrum umførum síðan var ein hóttandi niðurflyting.

Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen kunnu sanniliga sóla sær saman við teirra leikarum – ein ótrúlig røð av sigrum hevur umbroytt KÍ frá niðurflytingarkandidati til nú at liggja oman fyri miðstrikuna á stigatalvuni.

Dysturin
var ein av teimum stuttligu at hyggja at. Spenningurin var, sum nevnt, mest sum farin – ja, sjálvt tá VB/Sumba legði seg framum 1-0, sat ein mest sum bara og bíðaði eftir, at KÍ fór at svara, og tað gjørdu teir sanniliga eisini, bæði skjótt og væl.

Verjan var nú eisini í heldur góðum gávuhýri, men helst skal eisini tað síggjast í ljósinum av, at KÍ nú endiliga aftur kann “hugna” sær í Formuladeildini – niðurflytingar-“farcan” av, og tað var heilt týðiligt sunnudagin, at leikararnir ráhugnaðu sær á vøllinum.

Hetta elvdi til góða fótbólt til tíðir, og aðrar løtur var, sum nevnt, gávuhýrurin heldur stórur, bæði í verjuni, sum var heldur blíð við suðringar inn ímillum, og í álopspartinum, har brennivargurin ikki var heilt sørur – serliga í seinna hálvleiki.

Ein 8-2 sigur til KÍ hevði ivaleyst sagt “røttu” søguna um leikin á vøllinum sunnudagin, men tað var nú gott kortini fyri suðringar, at tað ”bara” bleiv til eitt sonevnt ”tennis”-úrslit upp á 6-3.

Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:

KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2)

0-1 Dan Djurhuus
1-1 Paul Clapson
2-1 Gunnar Nielsen
3-1 Símin Joensen
3-2 Dan Djurhuus
4-2 Ove Nysted
5-2 Paul Clapson
6-2 Kristoffur Jacobsen
6-3 Marco Moravcic

Meira um dystin, málini, skoðsmál, myndir og annað gott í blaðnum fríggjadagin.

Hini úrslitini í 21. leikumfari vóru:

KÍ – VB/Sumba  6-3 (4-2)
NSÍ – B36  1-1 (1-1)
HB – B71  3-1 (1-0)
EB/Streymur – Skála  2-0 (1-0)
AB – GÍ  1-3 (0-2)

Støðan í Formuladeildini er nú henda:

1)   B36        45 stig
2)   NSÍ         45 stig
3)   HB          39 stig
4)   EB/S       39 stig
5)   KÍ           28 stig
6)   Skála      26 stig
7)   GÍ           26 stig
8)   B71        22 stig
9)   AB          14 stig
10) VB/S       11 stig