Finnleif Durhuus, rakstrarleiðari á vegadeildini hjá Landsverk, sigur at til Landsverk hevur fingið yvirlit yvir hvat ætlanin er við raðhúsabyggingini í Ánunum, er arbeiði steðga.
– Tað er nú einaferð soleiðis at Landsverk skal góðkenna alla byggingin, sum er framvið landsvegi, men av einari ella aðrari orðsøku eru vit ikki kunnaðir um byggingina norðuri í Ánunum.
– Tí hava vit heitt á byggiharran um, at steðga arbeiðinum fyribils og tað er gjørt.
– Vit hava gjørt grótlaðingar fram við landsvegnum, men tær detta nú undan gróti, sum byggiharrin av sínum eintingum hevur lagt oman á grótgarðin.
– Eisini er stuðla laðingin undir húsum sera brøtt og tá vit sum sagt ikki eru kunnaðir um ætlanirnar – so hava vit steðga arbeiðinum fyribils.
– Vit skulu í morgin á fund við byggiharran og so vænta vit at fáa eina útgreinan av teimum ætlanum, sum eru norðuri í Ánunum.
– Tað er sera uráðandi at tær vegaloysnir, sum eru framvið landsvegnum eru tryggar og tí góðtaka vit ikki hvat sum hels, sigur Finnleif Durhuus.




