Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein bleiv høvuðsvenjari í úrtíð: Truplasta avgerð eg havi tikið í mínum fótbóltslívi

John William Joensen

– At gerast venjari hjá Formulaliðnum hjá KÍ, tá ið liðið var í niðurflytingarvanda, er truplasta avgerð, sum eg havi tikið í mínum fótbóltslívi.

Um tað gekk illa, kundi tað næstan gerast endin á eini venjarakarrieru, áðrenn hon var byrjað, sigur Eyðun Klakstein KÍ-venjari, sum enn ikki hevur tikið avgerð um komandi kappingarár.

Hann setti seg sjálvan og sína framtíð sum fótsbóltsvenjari í stóran vanda, tá hann fyrr í ár gjørdi av at eftirlíkað ynskinum frá KÍ-leiðsluni um at taka við sum høvuðsvenjari hjá ítróttarflaggskipinum í Klaksvík og Norðoyggjum, men sum hann sjálvur tekur til: – Við hvørt verður tú noyddur at taka ein kjans og trúgva upp á, at tað fer at ganga!
Nú Formuladeildin hevur eitt frí vikuskifti, hevur Norðlýsið havt eina samrøðu við Eyðun Klakstein, sum í hesum døgum hevur verið høvuðsvenjari hjá KÍ í 3½ mánaða.

Ætlaði ikki longu nú at blíva høvuðsvenjari
– Eftir at Tony Paris var farin úr starvinum, valdi eg at taka meg aftur sum hjálparvenjari. Eg helt, at tað var greiðast fyri allar partar. So kundi leiðslan finna nýggjan venjara í frið og náðum uttan at hugsa um nakað hangipartí frá undarfarna venjarabólki.
– Eg segði við leiðsluna í KÍ, at eg vildi ikki taka við sum høvuðsvenjari. Eg mælti teimum til at finna ein annan venjara, sum kundi taka ábyrgdina av liðnum, men bólturin, sum eg hevði sparkað yvir á teirra hálvu, kom sendandi aftur nakrar dagar seinni.
– Tað vísti seg at verða trupult at finna ein annan venjara. Leiðslan gjørdi mær greitt, at hon helst vildi hava meg at taka við og at einasta orsøkin til, at teir spurdu aðrar venjarar var, at eg vildi ikki hava starvið. Tað gjørdist at enda greitt, at KÍ veruliga stóð uttan venjara.
– Teir, sum vóru upp á tal, vildu, tímdu ella kundu ikki taka við, og tað var á en hátt væl skiljandi. Støðan var einki serlig. Liðið var í niðurflytingarvanda, fólk ivaðust í styrkini á liðnum, og hvør vildi verða fyrsti venjarin, sum stóð við ábyrgd, tá ið KÍ flutti niður.
– Tað var ein sera trupul avgerð at taka at siga ja til venjarastarvið í KÍ. Eg hevði jú ongar royndir sum venjari hjá einum Formulaliði, og eg ætlaði ikki at blíva høvuðsvenjari hjá KÍ longu nú. Vónaði sjálvsagt, at eg kundi fáa kjansin um nøkur ár, men nú stóð eg so har, og eg kendi meg noyddan at vísa ábyrgd mótvegis felagnum

Spælararnir hava verið motiveraðir
– Eg ivaðist eitt sindur í, hvussu spælararnir fóru at taka ímóti mær sum venjara, tí eg hevði verið hjálparvenjari frammanundan og havi eisini spælt saman við nógvum av spælarunum áður.
– Tað hevði nógv at siga fyri meg, at Trygvi Mortensen vildi verða hjálparvenjari. Eg helt sjálvur, at hann hevði verið rætti høvuðsvenjarin, men hann helt, at eg skuldi verða høvuðsvenjari, og so skuldi hann verða hjálparvenjari. Hevði eg ikki fingið ein royndan og dugnaligan venjara sum Trygva afturat mær, so hevði eg ikki tikið uppgávuna á meg.
– Eg má siga, at eg hevði onga orsøk at stúra fyri spælarunum, tí frá fyrsta degi og líka til nú hevur samstarvið millum okkum og spælarahópin verið sera gott. Spælararnir hava verið motiveraðir undir venjing og til flestu dystirnar, og úrslitini hava eisini víst seg.

Tekniskan álopsfótbólt
– Hóast KÍ var í veruligum niðurflytingarvanda, so vildi eg ikki ganga upp á kompromis við mína egnu fótbóltsfatan fyri at bjarga liðnum.
– Eg og Trygvi hava báðir tað fatan, at fótbóltsspælið skal verða grundað á tekniskan álopsfótbólt.
– Vit vildu ikki biða liðið sparka seg úr trupulleikum, men vit skuldu spæla okkum upp úr botninum.
– Hetta ljóðar eitt sindur bláoygt og naivt, men vit hava frá byrjan lagt dent á tekniskan fótbólt, nógvar avleveringar á jørðini, nógvar flytingar uttan bólt, dirvi at spæla undir trýsti og ein álopssinnaðan hugburð.

Evropa Cup var ein vend
– Evropa Cup gjørdist á ein hátt ein vend hjá liðnum. Vit fingu eina stóra altjóða uppgávu, sum vit skuldu loysa, og samstundis fingu vit høvi at sjóða liðið enn betri saman taktiskt og sosialt.
– Eg vil siga, at tað grundleggjandi arbeiðið, sum vit fingu høvi at gera í sambandi við Evropa Cup dystirnar, setti veruliga gongd á liðið til dystirnar í heimligu kappingini – tað var jú ikki fyrr enn eftir Evropa Cup, at vit fóru at vinna dystir.
– Eg haldi eisini, at tað gekk upp fyri spælarunum, at um tú leggur eina ætlan, venur hana væl og virðiliga ígjøgnum, trýrt upp á hana, og so roynir at útføra hana so gott sum gjørligt, so kanst tú veruliga náa langt. Og tað gjørdu vit í dystunum ímóti Hammarby.
– Áðrenn fyrra dystin vóru sviar sannførdir um, at teir fóru at spáka fram við okkum og vinna stórt. Eftir tann seinna dystin prísaðu teir seg lukkuligar fyri, at teir vórðu komnir víðari í kappingini. Teir fingu virðing fyri okkum, og tað, sum hevði enn størri týdning var, at vit fingu virðing fyri okkum sjálvum.
– Síðani Evropa Cup dystirnar, hava vit bert tapt ein av sjey dystum.

Úrslitini bíðaðu
– Eftir javnleikin ímóti B36, taptu vit tríggjar dystir á rað, og tá vóru okkara avrik verdug einum botnliði. Vit spældu væl í tríggjar hálvleikir, men fingu einki burturúr, tí antin gjørdu vit mistøk, ella spældu vit illa ein part av dystinum.
– Samstundis fingu liðini aftan fyri okkum stig burtur úr sínum dystum, og so vóru vit komnir í eina støðu, at vit skuldu spæla veruligan botndyst ímóti AB.
– Tað var trýst á liðnum áðrenn dystin ímóti AB, tí um AB vann dystin, so fóru teir fram um KÍ, og so lá KÍ undir niðurflytingarstrikuni.
– Men liðið reisti seg av álvara til dystin ímóti AB, sum er ein av bestu dystunum hjá okkum í ár. Vit spældu væl, innsatsurin var óførur, og vit skaptu nógvar kjansir. Høvdu vit verið eitt sindur neyvari í hesum dystinum, so vunnu vit við fleiri málum, men 1-0 sigurin var eisini góður at fáa.

Vit hava givið spælarum ábyrgd
– Eftir summarsteðgin hevur gingið sera væl. Vit vóru framvegis í vanda fyri niðurflyting, tá ið kappingin byrjaði aftur í august, og fólk tosaðu nógv um, at KÍ mátti bara ikki flyta niður í ár. Og tað gera vit ikki.
– Vit hava ikki tapt eftir summarsteðgin, hava fingið 13 av 15 møguligum stigum, og nú liggja vit nummar 5.
– Avrikini seinastu vikurnar hava verið sera góð. Spælararnir hava verið ótrúliga raskir, og tað er fyrsta treytin fyri at vinna dystir.
– Hinvegin síggja vit eisini, at okkara spæliskipan og spæliháttur eru komin í eina meira trygga legu, og nú tapa vit ikki so lætt, sum vit gjørdu fyrr í ár.
– Vit hava hildið fast um okkara konsept, vit hava givið ávísum spælarum ábyrgd av ávísum plássum á liðnum, og úrslitini hava verið góð.

Mugu hyggja longur fram
– Vit settu okkum sum mál, at vit skuldu náa fimta plássi, og so kundu vit hyggja longur upp eftir stigatalvuni.
– Tað er langt upp til liðini, ið liggja nummar 3 og 4, og tað verður trupult hjá okkum at fáa tey aftur, men vit hava framvegis fimta plássið at stríðast fyri, og eg haldi, at vit skylda okkum sjálvum og okkara áskoðarum, at vit fáa ein so góðan enda á kappingini sum gjørligt.
– Stóra uppgávan næstu vikurnar kann gerast at halda motivatiónini, um vit enda í eini støðu millum botnin og toppin og ikki hava tað stóra at spæla fyri.
– Men vit mugu hyggja longur fram – til næsta kappingarár – og eisini njóta dystirnar, sum vit fáa ímóti teimum liðunum, sum stríðast fyri meistaraheitinum ella at sleppa undan niðurflyting.
– Vit kunnu framvegis avgera nógv í Formuladeildini í ár.

Hevur tosað við leiðsluna
– At gerast venjari hjá Formulaliðnum hjá KÍ, tá ið liðið var í niðurflytingarvanda, er truplasta avgerð, sum eg havi tikið í mínum fótbóltslívi. Um tað gekk illa, kundi tað næstan gerast endin á eini venjarakarrieru, áðrenn hon var byrjað. Men við hvørt verður tú noyddur at taka ein kjans og trúgva upp á, at tað fer at ganga. Og tað hevur gingið sera væl.
– Tað hava ongantíð verið krepputekin í hópinum, tí sjálvt tá ið vit taptu tríggjar dystir á rað, stóðu spælararnir saman og arbeiddu miðvíst fram til næsta dystin.
– Tað mátti fara at venda – og tað gjørdi tað eisini.
– Eg havi ikki gjørt upp við meg sjálvan, hvat eg ætli mær sum venjari. Eg havi tosað við leiðsluna í KÍ í framhaldandi samstarv, men enn er avgerðin um næsta kappingarár ikki tikin, sigur Eyðun Klakstein at enda í samrøðuni, vit høvdu við hann í vikuni.

Harleyfacadeacryl